Hon stóð har við rokkin og spann,
gav út og vant uppá snældu;
og meðan hon villarnar taldi,
hon ynskti sær mann.
Tey skuldu nú hava bæði hestar og kýr,
í stovuni sofu, í køki komfýr…
Á ja, ja, mín sann.
»Tað góða, eg ynskja mær kann,
av búnyttum vøkrum og sterkum,
av kjólum og blusum og serkum,
alt gevur mær hann.
Og lívið skal verða so lystiligt, ja!
Nei, eg orki ikki at hugsa um tað!«
á ja, ja, mín sann.
Á grúgvuni eldurin brann,
og bjart skygdi sólin í glugga,
sum vildi hon gentuna ugga,
sum ynskti sær mann.
Og murrandi kettan á bríkini sat,
hon hugsaði bara um frensar og mat.
Á ja, ja, mín sann.
Og hønan, á gólvinum gekk,
og hanin, sum sat har á bita,
tey bæði, tey hildu seg vita,
at biðil hon fekk.
Tey áttu jú eisini kærleikans trá,
tó korn var tað fremsta, í huganum lá,
og eggini smá.
Og tíðin so líðandi rann.
Hanin og hønan og kettan,
tey ótu seg dagliga mettan –
hon fekk ongan mann.
Har kom væl av biðlum eitt vælbúgvið lið,
teir heilsaðu, smírdust – og gingu framvið.
Og hon stóð og spann.
Á grúgvuni eldurin brann;
tó ikki hon kendi sær hita,
so tungt mundi fótin hon flyta,
tí garðurin tann,
hon helt seg at fáa í gávu og skonk,
var vorðin til grúgvu – og byttubonk.
Á ja, ja, mín sann.