Í Noreg búðu raskir menn

Í Noreg búðu raskir menn,
teir kundu væl svørð at brúka,
giltan hjálm á høvdi bóru,
vildu for ongum lúta
Glymur dansur í høll,
dans slái í ring!
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.

Í Víkini vaks ein maður upp,
Harldur nevndur at navni,
víða gitin í Noregs landi
bæði av verki og gavni.

Hann svór tann eið við Ása-tór:
“Eg ei mítt hár hitt fríða
skeri fyrr enn Noregs menn
míni boð á lýða!”

Treyðir trælkast fríir menn,
fyrr er at rýma úr landi
sigla yvir tann salta sjógv,
tó har býðst mikil vandi.

Vundu teir upp seglini,
stýrdu í havið vestur,
hildu leið at Føroya landi
so mangir garpar reystir.

Bygdu borg á Føroyalandi,
sum søgur ganga frá
fríir livdu norskir menn
vívi og børnum hjá.
Glymur dansur í høll,
dans slái í ring!
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.