Langtan í útlegd

1.Bart av brimi, fjart í villum Atlantshavi,
vetrarstormar ýla, strongir streyma strítt,
kyst av sól á sumri, grønt frá fjall til fjøru,
liggja Føroyar, fríða føðilandið mítt.
Har í faðirs garði var í heim eg borin,
aldist upp við móðurs eyma, fjálga barm,
eins og fuglaungi vermdur undir vongi,
kendi onga neyð og ikki stríð og harm.

2.Har sum óviti eg eydnusælur leikti,
bjargafugl at fleyga og at reka seyð
gera borðbátar og spæla út at rógva,
kendi ikki heimsins harða leik um eyð.
Eg sum unglingur slapp við í øllum førum
til at royna meg í vaksna manna gerð,
vargaseyð og grind og bjargafugl at veiða,
hoygging, torvskurð, útróður og skipaferð.

3.Ástarbond við undurfagra moy eg festi,
prúð sum Brynhild Buðladóttir, bjørt og blíð,
hon var mín og mær hin fagrasta í heimi,
enn mítt dreymafljóð, sum fyrr í fornu tíð.
Sjálvt um kavaódn og sjórok stóð um landið,
brimið mól í møl – heilt upp í berg og vøll,
boðasløg sum toruljóð og grunnbrot goystu,
dundu kappakvæði hátt í dansihøll.

4.Summarkvøld í dýrdarlogn fór sól til viða,
sólfevnt Føroyaland í gyltum havi vóð,
sólarroðin vaks til hon í bálaloga
søkk í vesturhavið droyrreyð sum ein glóð.
Ungur fór eg út at royna mátt og megi,
mong ár runnu og eg royndist millum menn;
aldri tó eg Føroyar, heim og mál mítt gloymdi –
dreymaland mítt kæra var og er tað enn.

5.Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir,
festa aftur fót á gomlu Føroyajørð,
hoyra kvæðir ljóða, miklar boðar bróta,
hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.
Eg vil ofra Føroyum síðsta mátt og megi,
mál og mentan menna til eg skal í mold,
her sum rótin rann við barm tín vil eg hvíla,
Føroyar, føðilandi, fagrasta á fold.