Faðirin og barnaflokkur
standa við ta grøv, ið goymir
móður teirra – undir fløgum
yndisligum summarblómum.
Yngsta barnið tekur stavin,
potar hann í heyggin niður;
faðir togar tað í knokkin:
Grav ei blómur upp, hann sigur.
Barnið svarar: Frykta ikki,
eg bert gravi holið hetta,
so at mamma hon kann okkum
sína hond úr moldum rætta!