Hygg oyggin har liggur so long og so mjá,
Ei fagrari stað tú nakrantíð sá.
Við fugli í haga í urð og í líð.
Jú vakrast er oyggin um hásummartíð.
Nólsoy, tú mín huga at tær altíð dregur,
Heima og úti mín kærleika hevur.
Á sumri og vetri, tá skip fer um longd.
Tá kyrt er við landið, og tá brim er við strond.
Har sunnast á oynni tú vitarnar sær,
Men Nólsoyar viti heiðurin fær.
Hann ljósgeislar sendir so langt yvir vág.
Tað fyrsta av Føroyum mong skútan her sá.
Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær
Og klivur við sjónum oynna í tvær-
Tá maður av húsi dró bátin av leið,
Tí brimið tað brýtur so høgt upp um Eið.
Og tá so víkin við seiði er fylt,
Tú fær hann á dyrging og nót um tú vilt
Í avgomlum døgum av bygd komu før
Tí nógvur var seiður við Nólsoyar fjørð.
Men Stongin og Borðan tey siga mær frá,
At her liggur Nólsoy so long og so mjá
Við fugli í haga í urð og í líð.
Jú vakrast er oyggin um hásummartíð.