Nøvn: Høgni J. Zachariassen Mary-Ann Zachariassen (f. Isaksen)
Størv: Høgni: Tekniskur leiðari hjá Magn. Mary-Ann: Frisør. Í løtuni læraralesandi
Brúdleypsdagur: 09.01.2010
Vígslan: í Fuglafjarðar kirkju
Veitslan: í Bygdarhúsinum í Leirvík
Gestir til veitsluna: Uml. 220 fólk
Fíggjarætlan: Ikki upplýst
Myndir: Miriam & Janus
Mary-Ann greiðir frá
Stutt um okkum:
Vit komu saman í apríl 2008, og hevur tað koyrt í fullum drøni síðan tá. Saman eiga vit tveir deiligar dreingir: Kári 6 ár, Reinaldur 2 ár og um alt gongur sum ætlað, fáa vit ein afturat í apríl.
Í løtuni gera vit eina heildarumvæling av okkara 70-ara húsi, sum er barndómsheimið hjá Høgna. Vónandi verður klárt at flyta inn aftur í endanum av 2017.
Brúðardagurin:
Vígslan var traditionell, í kirkju. Vit hava ikki ræðst stór brúdleyp, so tá vit ikki dugdu so væl at sortera gestir frá, og tá vit bæði vóru sera aktiv í ítrótti og tí høvdu sera nógvar vinir og kenningar, so gjørdist gestirnir beinanvegin nógvir í tali.
Fíggjarætlanin hevur ofta ein avgerandi leiklut viðvíkjandi støddini á brúdleypinum. Eg kann ærligt viðganga, at vit møguliga ikki raðfestu “flottan” mat serliga høgt, ei heldur gjørdu vit/eg/vinkonurnar nakað serligt burturúr borðprýðinum, men eg fekk Turið Jóhannesen, eigaran av Orkis, at prýða hølini – bæði í kirkjuni og í bygdarhúsinum. Tað skulu heilt øðrvísi brillur uppá, tá hugsað verður um munin millum at prýða heima og at prýða stór høli og stór borðhald. Tí er gott við góðari og kønari hjálp.
Vit ynsktu at hava høli, har góðar umstøður vóru til tónleikin. Sera umráðandi er, at felagssangurin koyrir væl til eitt brúdleyp, so vit høvdu forsangarar og tónleikarar við ymiskum ljóðførum, sum vóru við til at fáa stemningin uppaftur betri. Eisini haldi eg sjálv, at uppvørpa er eitt “must”. At vit ella gestirnir kundu vísa gamlar upptøkur ella polterabend osfr. Tað er gull vert!
Hví júst hetta slag av brúdleyp:
Vit vildu hava vígsluna í onkrum av ”Guds húsi”, tí at trúðarlívið hevur nógv at týða fyri okkum. Og vit valdu at hava eitt stórt brúdleyp, tí tað hóskaði væl til okkum sum persónar. Vit hava skikkað okkum so mikið væl (haha), at vit høvdu einki at goyma. Nei tvætl, vit hava vinfólk, ið eru væl skorin fyri tungubandinum, og familju og vinir við sera góðari rødd, so vit vistu, at framførslur av ymiskum slag fóru at verða. Og vit angra enn tann dag í dag, at vit ikki høvdu nakran at taka borðhaldið uppá video!
“Á sjálvum brúðardegnum hugsaði eg als ikki um sjúkuna. Eg hevði sagt við meg sjálva, at tað einki hjálpti at stúra, og at eg ikki kundi brúka tað til nakað sum helst.”
– Mary-Ann Zachariassen
Óttin um at fáa herðindi á brúðardegnum:
Tað eru fáir dagar, ein hevur so nógv at hugsa um, sum til brúðardagin, og tað er óivað ikki óvanligt, at “stressfaktorar” spøkja. Og tá tú hevur eina slíka sjúku sum epilepsi, er tað altavgerandi, at tú “hevur følaran úti” og steðgar, áðrenn strongdin vindur ov nógv uppá seg. Eg minnist, at til fyrireikingarnar frammanundan vóru vit als ikki strongd og vit dugdu væl at taka tað róligt. Og til vígsluna og veitsluna ber jú ikki til at hava tamarhald á øllum, so júst tað var ikki nakað, ið gjørdi okkum strongd. Men dagin fyri brúðardagin var tað eitt lítið sindur øðrvísi. Størsti óttin hjá mær var, at eg ikki kláraði at sovna dagin fyri. Svøvnur, trúgvi eg, er ein tann størsti faktorurin, ið spælir inn, tá ein hugsar um eina góða byrjan uppá brúðardagin – og serliga fyri ein, ið hevur niðurfalssótt. Men tíbetur gjørdist mín ótti ikki veruleiki. Eg fekk eina góða nátt náttina fyri, so útlitini fyri at fáa ein góðan brúðardag viðvíkjandi epilepsi vóru tryggjandi.
Á sjálvum brúðardegnum hugsaði eg als ikki um sjúkuna. Eg hevði sagt við meg sjálva, at tað einki hjálpti at stúra, og at eg ikki kundi brúka tað til nakað sum helst.
Hyggi eg aftur á fyrireikingarnar, skerst tó ikki heilt burtur, at ein av og á hevur hug at lata sjúkuna vera við til at ávirka flestu avgerðirnar, tá ein fyrireikar brúdleypið. So sum: Skulu vit heldur hava eitt lítið brúdleyp, ístaðin fyri eitt stórt? Ella skulu vit møguliga bara fara av landinum at halda brúdleyp o.s.fr. Og tað er uttan iva nakað sum sjúkan kann hava vald yvir, men tá er tað sera umráðandi, at ein hvílir í teimum avgerðum, ein velur og ikki hevur agg yvir tilveruna. Er ein bangin fyri alt hetta stóra við fyrireikingunum og avgerðunum kann stressa ov nógv, so skal ein tilvitað góðtaka tað og ikki lata tað liggja sum ein kensla av kúgan ella iðran, tí sum sagt, tú kanst ikki brúka tað til nakað sum helst. Tað er mítt besta ráð: At vera tilvitaður um at góðtaka støðuna. Tað er øgiliga skjótt at taka synd í sær sjálvum – tað havi eg onkuntíð gjørt sjálv – men tað tænir ongum, og tað er so týdningarmikið at fanga og vera tilvitaður um.
Brúðarkjólin:
Klædnamerkið var Linea Raffaelli. Liturin var “offwhite” og kostaði uml. kr. 13.000.
Klæðini hjá brúðgóminum:
Føroysk klæði, men fingu seymað “føroyskan vest” burtur úr sama tilfari sum brúðarkjólin. Traditionella sniðið við føroyskum knappum, men uttan nakað broderað mynstur.
Fíggjarætlan:
Eg dugi ikki at siga júst, hvat endaliga figgjarætlanin varð. Men vit settu okkum væl inn í tingini og spurdu okkum fyri, fyri at brúdleypið ikki skuldi kosta óneyðuga nógv. Brúðarkjólin og slørið kostaði uml. kr. 13.000. Og veitslan varð hildin í bygdarhúsinum í Leirvík, har tað ikki var serliga dýrt tá á sinni. Okkum dámdu væl teirra menu og høvdu verið til fleiri onnur brúdleyp har, so vit vistu, hvat vit fingu. Eisini vóru umstøðurnar viðvíkjandi ljóði, uppvørpu o.ø sera góðar har.
Vit valdu eisini at raðfesta myndatøkuna høgt, hóast tað var ein av kostnaðarmiklastu útreiðslunum. Tað var ein púra tilvitað avgerð, sum vit eisini eru sera glað fyri í dag.
Hasar nevndu útreiðslurnar (brúðarkjólin v/sløri, veitsluhølið og myndatøkan) vóru tær kostnaðarmiklastu hjá okkum.
“Vit viðmæla at gera eitt sindur burturúr myndum/upptøkum, ið ger, at ein kann taka seg sjálvan aftur til brúðardagin. Vit menniskju gloyma so skjótt, og myndir/upptøkur kunnu vera við til at fáa somu kenslur fram aftur, sum møguliga eru farnar eitt sindur við tíðini – sunt og gott fyri parlagið!”
– Mary-Ann Zachariassen
Brúðarferðin:
Vit fóru til Cypern, Sunwing Resort. Vit høvdu eingin børn tá, men hatta er annars eitt “ordans” familjustað. Vit vildu hava okkurt við eitt sindur av aktivitetsmøguleikum. So lokkaðu vit eisini eitt vinarpar hjá okkum við. Eitt sindur ótraditionelt, men vit dugdu kortini eisini at vera fyri okkum sjálvi og geva okkum kvalitetstíð sum par.
Tað besta við brúðardegnum:
At hetta er eitt grundarlag, sum vit byggja okkara framtíð á. Og at brúka til at hyggja afturá, tá ið stormar leika á. At síggja, hvussu nógv komu at gleðast saman við okkum. Góðar talur, góð ráð o.s.fr., sum ein annars ikki hevði fingið tikið við sær á lívsleiðini.
Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Vit viðmæla at gera eitt sindur burturúr myndum/upptøkum, ið ger, at ein kann taka seg sjálvan aftur til brúðardagin. Vit menniskju gloyma so skjótt, og myndir/upptøkur kunnu vera við til at fáa somu kenslur fram aftur, sum møguliga eru farnar eitt sindur við tíðini – sunt og gott fyri parlagið!
Myndir: Miriam & Janus