Hey tit! Tíðin er nú komin, at deila ein nýggjan brúðarblogg við tykkum. Eg havi skammað meg seinastu vikurnar, tí eg ikki havi skrivað tykkum ein blogg í alt ov langa tíð. Orsøkin er tó, at brúdleypsætlanirnar hava ikki flutt seg sum so, men mest tí at nógv onnur ting eru hend í okkara lívi.
Hvat er eftir?
Eins og seinast, so er tað kjólin hjá mammu, ið skal seymast um. Tað komi eg at gera so skjótt eg havi eina viku frí úr skúlanum í mars.
Hugh fer til Keypmannahavnar ein mánaða áðrenn vit giftast, og er ætlanin at finna ein klædning har, ið kann skræddaraseymast. Hann vil heldur finna klædningin í Danska Kongaríkinum ístaðinfyri í Miðeystri, har hann arbeiðir nógvar mánaðir í senn.
Eitt annað, ið manglar, sum er sera tíðarviðkvæmt, er at bjóða føroysku gestunum. Eg hevði lagt tað til rættis, at senda innbjóðnigar út síðst í desembur. Tá var æltanin at vera komin uppá pláss í nýggju húsunum og jólaresið var av. Vit hava endan av januar og tað er ikki gjørt enn. So til tykkum, ið halda tit ikki eru boðin, innbjóðingar eru áveg! Vit hava sent allar innbjóðingar út til fólk úr Amerika, Avstraliu, Ísrael og Englandi.
Heimasíðan varð liðug fyrst í desembur. Hon er fyri tað mesta til útlendingar, men føroyingarnar kunnu fáa alla kunning inniá har eisini. Sum eg skrivaði í blogginum her, senda vit ikki brøv ella pappír út. Vit senda eina elektroniska innbjóðing til fólk. Tað ljóðar kanska “fancy”, men tað er seriøst eini facebook boð:
“Hey Bjørk og Lasse! Tit bæði eru boðin til okkara brúdleyp 18. Juli 2020. Tað hevði havt ordiliga nógv at siga fyri okkum, um tit vóru har til at hátíðarhalda okkara stóra dag. Hetta er tykkara innbjóðing.
Fá alla kunning her: www.wescottwedding.com.
Vinarliga koyrið tykkara navn í RSVP teigin og sigið okkum frá um tit koma ella ei.”
Tískil er kanska eitt træð spart, vegna avgerðina, at taka tann bíliga, bæði tíðar- og fíggarliga, vegin. Win-win. ;o)
Eg havi ikki verið til serliga nógv brúdleyp sjálv, men eg havi ikki upplivað onnur, ið gera sær heimasíður. Kanska eru tað fleiri pør í Føroyum, ið hava gjørt tað. Men til tykkum, ið halda tað er eitt gott hugskot, her hava tit íblástur. www.wescottwedding.com.
Lívsdagføring
Vit eru flutt til Virginia í okkara fyrstu hús. Ein stórur mílasteinur í lívinum, ið kennist óveruligur. Eitt dreymaheim, ið eg bert havi droymt um, og helt ikki fór at verða veruleiki, inntil eg brádliga møtti Hugh. Um tit hyggja eftir einum korti av Amerika, síggja tit at Colorado er mitt í landinum. Eftir mína síðstu roynd í Colorado State University, koyrdi eg í 3,5 dagar við fullum bili, av tingunum, ið vóru eftir at flyta. Eg, ein vinkona og Tobi (hundurin) koyrdi yvirum Amerika til Virginia. Spyr meg ikki hví, ein vinkona úr Montana vildi koyra allan vegin til Virginia við mær og síðani flúgva heim aftur nakrar dagar seinni. Betri vinir, enn teir eg havi, skal man leita leingi eftir.
Orsøkin til at vit valdu at flyta til Virginia, er tí at familjan hjá Hugh býr her. Vit byrjaði í Colorado, tí vit kundu satt at siga, byrja har vit ynsktu, tá eg leitaði eftir einum skúla. Mítt ynski var Virginia beinan vegin, vegna “dreymaskúlan” – Liberty University. Hugh hevur tó altíð viljað búð í Colorado vegna stóru, hvítkladdu fjøllini, ið bíða eftir at blíva skreidd við einum “snowboardið”. Av tí vit ikki hava børn enn, komu vit til ta niðurstøðu, at byrja í Colorado. Eftir bert 7 mánaðir, hugdu vit eftir húsum í Virginia av berum forvitni, og píka sjey, vóru eini hús til sølu VIÐ SÍÐURNAR AV húsunum hjá systir Hugh. Vit smekkaðu til og nú eru vit her. Dreymaskúli, dreymaheim, í dreymastatinum.

Graseinkja
Hugh er heima beint nú. Eftir 5,5 mánaðir, er hann endiliga heima í nakrar vikur. Hann fer avstað um tvær vikur og vit síggjast ikki fyrrenn 2 vikur áðrenn vit giftast, 18. Juli.
Tað er hart at vera í einum fjarparlagi, óansæð hvussu leingi makin er burtur. Tað krevur nógv av báðum, fyri at fáa alt at hanga saman. Vit hava brúkt meira mánaðir hvør sær, enn saman í okkara parlagið. Hugh er eisini í umstøðum undir politiskum og religiøsum stríði, hvønn dag í Miðeystri, ímeðan hann er burtur til arbeiðis. Tó er tað ótrúligt, hvussu langt vit fara sálarliga, tá vit vita, at hetta er rætti maki mín. Vit hava avgjørt, at hetta arbeiði riggar, ímeðan eg eri sera upptikin í skúlanum.

Eg veit at tað eru nógvar graseinkjur, ið lesa hendan bloggin. Nú búgvi eg ikki í Føroyum og eri ikki gift við einum, ið siglir úti ella arbeiðir í Norra. Men, vit hava ivaleyst nógv til felags, um vit eru í einum fjarparlagi. Nú hava vit ikki børn enn og eg kann bert ímynda mær hvussu nógv krevst av tykkum sterku mammum, at vera hjá børnunum fulla tíð og at enntá arbeiða, ímeðan maðurin er burtur í nógvar vikur í senn. Fantastiskt og tit hava uppiborðið eitt stórt herðaklapp.
Tá tað er sagt, er umráðandi at nevna, at menninar ikki bert eru sæddir, sum “burturstaddir menn og pápar”, men hart arbeiðandi menn, ið byggja land og halda familjuni uppi. Eisini eitt stórt herðaklapp.
Takk fyri hesaferð góðu lesarar. Takk fyri tykkara áhuga og alt tað besta inntil næstuferð.

Mona Breckmann Wescott
Mona Breckmann Wescott er sálarfrøðilesandi og sjálvstøðug vinnurekandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og einari dóttir. Mona hevur rikið fyritøkuna Mona Fitness og Mona Solo seinastu seks árini, har hon hevur vegleitt yvir 1000 kundum ígjøgnum persónliga venjing og lívsstílsbroyting. Monu dámar væl íverksetan, marknaðarføring, nýggj hugskot og alt sum hevur nakað við menning av sálarliga- og likamligaheilsu at gera.