Tó skapanarverkið Gudi bar

1.Tó skapanarverkið Gudi bar
sín lovsong á nýggjum degi,
hvør blóma, hvørt djór, hvørt keldufar –
til Skaparans stóru gleði,
hann segði: At maðurin eina var,
ei gott var á lívsins vegi.

2. So skaptist við miklu guddómsvøld
til mannin hin vakra kvinna,
og so hevur verið øld um øld,
at hjørtuni saman finna.
Og tveimum vit fagna her í kvøld,
sum skilligt hvørt annað ynna!

3. Gud varðveiti hetta brúðarpar,
við friði og trygd tey krýni,
hann verji tey við hvørt fótafar
um brekku, um dal, um sýnu,
og yvir ta leið, enn eingin sær,
hans náðisól altíð skíni!