Tvær fjaðrar

Ein høna í túni stóð og pikkaði sær mat.Hon misti tvær fjaðrar, meðan hanin hugdi at.Tað sóu tvær dunnur, tær hildu tað vera skommat blaka fjaðrarnar av sær,fyri at ein hani, sum stóð har hjá,skuldi eygað á hanamillum hinar hønurnar fá.

Ein høna í túni stóð og pikkaði sær mat.
Hon misti tvær fjaðrar, meðan hanin hugdi at.
Tað sóu tvær dunnur, tær hildu tað vera skomm
at blaka fjaðrarnar av sær,
fyri at ein hani, sum stóð har hjá,
skuldi eygað á hana
millum hinar hønurnar fá.

Og dunnurnar søgdu við ein steggja, sum har svam,
um hønuna, hvussu hon blakaði sín ham.
Ja, hetta er sannheit, vit siga tær fyri vist,
at hønan hon man neyvan
hava fjaðrar sínar av óvart mist;
men sig tað ei fyri nøkrum
og minst til – vit sóu tað fyrst.

Men havt gjørdi steggin, hann fór beint í fjósið inn.
Har hitti hann kúnna og bilti henni inn,
at minst einar fimm hønur skryktu í teirra neyð
allar fjaðrarnar av sær,
nei, eg ikki gloymi tað til mín deyð;
men sig tað ei fyri nøkrum,
segði hann og burtur sær smeyg.

Men hønan hon hoyrdi tað, sum steggin hevði sagt,
og helt, tað var betri, um steggin hevði tagt,
tí skomm var tað avgørt fyri hesar hønur fimm,
tí ikki kundi hon vita,
at sjálv var hon orsøk til hetta møsn,
og tær fjaðrar, sum hon misti,
vóru blivnar til fimm høsn!