Vátir logar

Glopraregn pískar á rútin,stormurin er fluttur inn í mín garð,eg siti við gluggan og eygleiði trútin,háandi hvirlur, ið gálva eftir mær.

Glopraregn pískar á rútin,
stormurin er fluttur inn í mín garð,
eg siti við gluggan og eygleiði trútin,
háandi hvirlur, ið gálva eftir mær.
Tað er ein langur myrkur dagur
ið bankar á mín rút
og ein lítil súrur maður
sum ikki sleppur út.

Stormurin leikar sum ørur,
veðrið, tað skikkar sær júst sum tað vil
og eg gerist meira og meira tvørur,
eri nú tætt við at missa mítt skil.
Tá hoyrist eitt suð gjøgnum húsið
úr ganginum hoyri eg tos,
og millum hitt harðliga brúsið
hómast títt váta bros.

Og tú kanst fáa stormin at slappa av,
tú kanst fáa hvirlurnar at flenna,
tú kanst fáa skýggini at skrubba av
og tú kanst fáa tárini at renna.
Og so dansa vit út í regnið,
trína ein vals undir svingandi trøum.

Hvirlurnar smáflenna út gjøgnum hegnið,
skróva í takt við følnaðum bløðum.
Og dansurin gerst til ein meldur,
í storminum brennur eitt bál,
ein grønur og glitrandi eldur
ið ber okkum fram á mál.