Við alfaravegin

Set teg við alfaravegin og lýt teg í kringsjá tær livandi verur ið njóta hvørt tingvend títt brá móti himni skoða tú stjørnuleiðtín sál finnur frið hvat er ynskiligt meir.

Set teg við alfaravegin og lýt teg í kring
sjá tær livandi verur ið njóta hvørt ting
vend títt brá móti himni skoða tú stjørnuleið
tín sál finnur frið hvat er ynskiligt meir.

Legst á vágna í báti eitt silvitnis kvøld
fíla snørið í tolmóð á miðum kenst fjøld
flyt tær veiðu til strandar og kynd tær eitt bál
njót tín fong leska løgg vælgagnist og skál.

Spenn tín boga so ørvin hon rennur um vál
aftan havsbrúnni bláu hon finnur sítt mál
kanska rakti hon eydnu hvør veit kanska ei
spenn tín boga av ný send tín ørv aðra leið.

Undir veingjanna breiði um verøld far vítt
veit tú armingum ans gev tú teimum alt títt
Hvør ein gáva tú veitir fært tú aftur fleirfalt
bert tú trúgv bert tú eymd tú hevur góðan lut valt.

Finnur tú ei friðsælu er tilveran ótrygg
ert tú eins og flytifuglur so reiður ei bygg
tí at liva gerst trupult fyri teg og títt fljóð
at elska kenst vónleyst um tit ei hava ró,

Legg tær leið framvið sævarstrond ein heystardag
lýð á brimdun í ódn slíkt er ljómandi lag
sneið títt snýð upp í ættina og anda djúpt inn
kæri vinur ei meir tyngja sorgir títt sinn.