Hetta var ein tann lekrasta og deiligasta upplivingin eg nakrantíð havi roynt við mínum vinkonum. At uppliva og njóta so nógv, sum vit gjørdu uppá so stutta tíð, var serstakliga lekkurt. Hetta fara vit at royna fáa gjørt minst eina ferð um ári frá nú av.
Síðani Hotel Brandan lat upp fyrr í ár, havi eg hugsað og ynskt mær at roynt hetta nýggja vakra hotellið. Eg haldi føroyingar sum heild duga illa at raðfeysta upplivingar í egnum landi, og tað er avgjørt nakað sum vit eisini kunnu skriva undir uppá. Men hesuferð valdu vit at taka avgerðina, at nú skuldu vit uppliva eina góða fríløtu saman, í okkara egna landi.
Í hesmu føri skuldu vit ikki brúka fleiri tímar uppá at koma fram til staðið, men einans nakrar fáar minuttir.

Sjálv stríðist eg nógv við epilepsi í tí dagliga og hetta var tí nakað, sum kom mær væl við. Somuleiðis hava vit øll ein gerandisdag, har vit bera uppá ymiskt, ið ger gerandisdagin tungan og tí er umráðandi at vit eisini seta tíðina av til góðar fríløtur.
At kunna njóta samveru og vælveru á hesum stásiliga hotelli við vinkonunum, við hentleikum so sum uttandura heitapottum, góðari matstovu, vínkjallara og mangt annað, var veruliga eitt sætt njótilsi.
Áðrenn vit skuldu bókað okkum inn á Brandan, fingu vit eitt upplýsandi sms-boð, har upplýst var nær heitipotturin og matstovan var klár til okkum. Hetta var ein flott tænasta at fáa, og gjørdi eisini at vit allar blivu enn meira spentar.
Tá vit so komu til Brandan, fingu vit ein væl smakkandi vælkomsdrykk. Aftaná hetta fóru vit í heitapottin uttanfyri og tað var sera hugnaligt. Aftaná vit høvdu verið har umleið ein tíma, var sauna á skránni. Hetta var ein deilig byrjan uppá uppihaldið, og so var ein deilig fimm rættar matskrá á skránni.
Vit byrjaðu í vinkjallaranum, sum tit síggja á myndunum. Tað var sera góð tænasta og maturin var fyrstafloks. Vit sótu millum 3.000 vínfløskur og tey høvdu valt akkurát tær, ið passaðu best til okkara mat.

Morgunmatur við bestu góðsku – hetta er teirra slogan og eg kann bert taka undir við tí. Vit allar vóru sera nøgdar og hildu tað smakkaði avbera væl. Alt var eisini umhvørvisvinarligt.
Aftaná vit høvdu etið morgunmatin var tíð at byrja so smátt dagligdagin aftur. Vit kundu bert siga, at hetta var ein fantastisk uppliving og vóru sera nøgdar og glaðar fyri alt. Vit kunnu heilt víst geva teimum fýra stjørnur fyri uppihaldi. Hotel Brandan hevur avbera góðar karmar til bæði polterabend, jólafrokost og m.a.

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.