Brúðarparið:
Dinna í Liða & Lars-Jørgen Leknes
Vit eru tvey lívsglað menniskju, sum búgva í Sogn og Fjordanu í Norra.
Vit hittust til eina veitslu í 2009 og blivu par bert ein mánað eftir hetta.
Vit hava bæði útbúgvið okkum sum lærarar.
Dinna er føroyingur og Lars-Jørgen er frá Norra. Dinna fríggjaði til Lars-Jørgen summarið 2015 og vit høvdu eitt fantastiskt brúdleyp 24. juni 2017.
Stutt aftaná brúdleypið fóru vit brúðarferð til Brasilia í fýra vikur.
Myndir: OPHfoto
Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?:
Dinna fríggjaði til Lars-Jørgen summarið 2015.
Eg hevði leingi haft hug at giftast og eg havi ikki ivast í, at tað var við Lars-Jørgen. Eg megnaði ikki at bíða longur og avgjørdi meg fyri at fríggja. Eg spurdi hann um hann vildi við mær ein gongutúr, og vísti honum eitt vakurt stað uppi í fjøllinum omanfyri har, vit búgva.
Har plagdu vit at ganga familjutúrar tá ið eg var yngri, og eg veit at Lars-Jørgen ikki hevði verið har fyrr.
Á hendan hátt vildi hetta vera staðið vit avgjørdu okkum fyri at gifta okkum. Eg fortaldi honum, at eg hevði nakað eg vildi spyrja hann um og hvussu týdningarmikil hann er fyri meg. Eg byrjaði at gráta, so eg endaði við at spyrja hann áðrenn eg fekk sagt alt – bara fyri hann ikki skuldi trúgva eg var ígongd við at gera tað liðugt. Hann bleiv sera glaður og segði tíbetur JA!
Hvussu reageraði Lars tá tú spurdi hann um at giftast?
Eg var sera yviraskaður og sera glaður.
Og so hugsaði eg «Ja, sjálvandi!». Tað var einki, men aftaná havi eg hugsa tað er deiligt at sleppa frá at gera tað sjálvur.
Dato fyri vígsluna: 24. juni 2017
Gestir til veitsluna: Umleið 90 fólk
Vígsla: Åmot Operagard i Bygstad (Sogn og Fjordane, Norra)
Veitslan bleiv hildin: Eisini á Åmot Operagard i Bygstad. Fyri innbodnum.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?
Vit valdu Åmot Operagard, tí vit høvdu hoyrt so nógv jaligt um hetta staðið.
Tað er eitt par, sum dríva tað og tey eru sera dugnalig.
Tey hjálptu okkum at seta saman tann perfekta dagin saman fyri okkum, og tey eru eisini sera dugnalig til at gera góðan mat.
Vit hava bæði stórar familjur, so vit vistu tað fór at blíva eitt stórt brúdleyp.
Brúðardagurin
Vígslan varð hildin á Åmot Operagard. Dagin fyri var veðrið grátt og myrkt, men á hesum degnum var tað klárt og gott.
Pápi Dinnu gekk inn við Dinnu til høgru og mamma Lars-Jørgen gekk inn til vinstru við honum og tey møtast so miðjuni, og ganga saman fram til hana, ið skal víða tey. Tað var ein yndislig vígsla har millum annað Johanna Rasmussen sang eina fantastiska føroyska útgávu av «To make you feel my love» av Bob Dylan, sum Erla Berghamar hevur gjørt lag til.
Eftir vígsluna var sólskin, og vit tóku myndir saman við familjunum.
Eftir at vit høvdu tikið myndir, settu vit okkum øll inn í hølið. Døgurðin var til klokkan 19 og tað vóru nógvar fínar og rørandi talur.
Klokkan 20 komu fleiri gestir, og tað vóru fleiri og fleiri talur og innsløg. Áðrenn brúðarvalsin skóru vit í vøkru brúðarkøkuna.
Tað var sera góður stemningur á dansigólvinu,m og vit endaðu dagin við fiskasuppu. Fantastiskur dagur frá byrjan til enda.
Tað besta við degnum:
Allar tær góðu talurnar. Eisini at sóu at øll hugnaðu sær, dansaðu og høvdu tað stuttligt.
Brúðarferðin:
4 vikur í Brasilia! 🙂
Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Ikki stressa um alt, sum skal gerast áðrenn brúdleypið men njót tað heldur.
Ikki heingja teg í smáting, dagurin verður fantastiskur óansæð.
Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?: Nei.
Hvør tók myndirnar: Dugnaligi Osvald P. Hansen: OPHfoto.
Vit eru sera glað fyri myndirnar.
Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Christel Eide, kokkur á Åmot Operagard.