Allar samrøður er ein møguleiki at menna eitt veruligt persónligt samband. Bæði um tað er at byggja eitt galdandi vinarband ella við at skapa eitt nýtt.
Føroyingar plaga at vera góðir til at heilsa og siga “nú?” ella “hvussu stendur til?” og vanliga er svarið “jú jú” ella “tað gongur væl”.
Tó ber tað sjálvandi til, at fara eitt sindur djypri enn tað. Tó hevur ein ikki altíð hug at greiða frá, hvat veruliga hendir í lívinum, tí ivin er altíð har, um fólk veruliga leggja í hvussu tað gongst einum.
Her eru nøkur ráð, til at hava betri og djypri samrøður.
1. Byrja við forvitni
Hvør samrøða er ein møguleiki at læra nakað nýtt. Um hetta er við vinum, familju, Tinder date ella tann tú situr við síðurnar av hjá tannlæknanum. Forvitni hjálpir okkum við at taka lut í einari samrøðu. Persónurin veit óiva nakað, ið tú ikki veist. Tað kann vera ein uppliving, ið tú eisini hevur havt, eitt stað tú ynskir at vitja ella tíðindir, ið viðkomandi veit nógv um. Lykilin er, at spyrja so nógv sum møguligt og at lurta. Ein óvani, ið nógv hava, er at hoyra tað ið verður sagt, fyri at svara ístaðinfyri at skilja. Um tað er ein, ið hevur ørðvísi sjónarmið enn tú, set spurningar, soleiðis at tú bæði lærir nakað nýtt og eisini fyri møguliga at skilja, hví viðkomandi hevur aðrar meiningar enn tú.
2. Slepp tær undan “ja og nei” spurningum
Vit hava lyndi til at seta spurningar, ið eru leiðandi. Tá vit t.d spyrja: “Gjørdi tað teg kedda/n?” ella “Vart tú glað/ur?” fáa vit helst svarið “ja” ella “nei”. Spyr ístaðin, “…og hvat helt tú um tað?”, ið leiðir samrøðuna tann vegin, ið viðkomandi tú tosar við ynskir hana at fara.
Við at orða spurningarnar meira opnir, eggjar tú persónin at viðgera upplivingina á einum djypri stigi. Her koma ofta meira fjøltáttað, undrandi og upplýsandi svar, ið kann hjálpa tær at skilja sjónarmiðið og persónin betri.
3. Lat fara
Ikki er neyðugt at hvør einasti tanki tú hevur, skal førast út í lív. Av og á er tað betri at lata tankar vera tankar og ikki at siga teir hart. Steðga ikki við at lurta og avbrót ikki persónin tú tosar við, tí at tú ikki vilt gloyma tað tú hevur at siga. Lat persónin tosa liðugt og spyr enntá meira inn til tað, viðkomandi sigur. Um tað, ið tú ætlaði at siga ikki hóskar til samrøðuna meira – lat fara.
4. Ven tíni innlivingarevnir
Innlivan (empati) er tann førleikin, har tú setir tínir egnu fordómar og meiningar til síðis, fyri at seta teg inn í støðuna hjá einum øðrum. Fyri innlivan, er umráðandi at viðganga, at vit øll hava ymisk sjónarmið og at venja tann tankan regluliga. Tá tú lurtar við innlivan, tekur tú eina tilvitaða avgerð, um at skilja sjónarmið og upplivingar hjá einum øðrum, uttan atfinningar. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at tú skalt vera samd/ur í tí tey siga, men at tú virðir teirra rødd til at blíva hoyrd.
5. Minst til: Teirra stríð er ikki títt stríð
Um onkur tosar við teg um teirra stríð viðvíkjandi arbeiði, familju, forhold og alt annað, er umráðandi at minnast til, at hetta ikki er tann besti møguleikin, at tosa um títt stríð. Hóast hetta tykist at vera troystandi, kann tað vera at tey kenna tað sum um, tú tekur yvir samrøðuna og ger stríði um teg. Tín uppliving er ikki tann sama og er hetta ikki um teg í løtuni.
Hevur tú ein vana at leypa inn við tíni egnu søgu, minst til næstuferð, at tilvitandi royna at lurta, inntil persónurin er liðugur at tosa. Um tú enn kennir, at tín søga kann hjálpa, kanst tú spyrja, um tey eru áhugað í at hoyra eina líknandi uppliving, tú hevur havt.
6. Ver til staðar
Tað er lætt at lata okkara sinn renna mitt í eini samrøðu. Hetta er sum oftast tankar, ið leiga til átrokandi ting, ið liggja á láni, ella onkur keðilig hending fyrr á degnum. Tað er sera lætt hjá einum at síggja, um vit eru til staðar ella ei. Minst til at tíðin hjá viðkomandi tú tosar við, er eins dýrabar, sum tín. Hetta merkir at tað er meira enn bert at leggja telefonina til síðis, men at veruliga vera í samrøðuni.
Hugsa ikki um hvat tú skalt siga næst. Um tú bíðar inntil persónurin er liðugur at tosa, soleiðis at tú sleppur at siga títt, lurtar tú ikki heilt eftir.
Reagera minni og hugsa heldur um hvat verður sagt. Tað er umráðandi at tey fáa gólvið, at greiða frá. Um tú ikki skilur, set spurningar.
Vit liva í einari tíð, har telefonin ofta tekur yvir eina samrøðu. Tí er tað sera umráðandi at læra hvussu vit kunnu hava týðandi samrøður við tey vit elska, men eisini við kenningar, ið kunnu blíva til vinir.