GrótArt: – Eg fái alla tíðina nýggar íblástur av ymiskum eg síggi, men brúki allarmest mítt egna hugflog
Várið nærkast, dagarnir blíva ljósari og hugaligari blívur at fara útum at fáast við eitt hvørt. Hetta fær mítt hugflog á glið og ikki minst eggjar hettar nokk okkum øllum til at hugna meira um uttanfyri.
Man plagar at siga, at tað er tað innara, sum telur, men í hesum sambandi er tað absolutt tað uttara, sum ein leggur fyrst til merkis.
Eg elski at síggja, tá fólk hugna um uttanfyri. Eg haldi at tað er hetta, sum eina mest hevur fingið meg at leggja dent á, at arbeiða við uttandura vørum.
Tó eru fleiri av steinunum, eg máli eisini væl egnaðir til innandura brúk. Eg eri fyri stuttum millum annað byrjað upp á borðpynt í sambandi við ferming.

Tað er kundin, sum avgerð hvar steinurin skal liggja og prýða um. Ein kundi helt einaferð fyri, tá eg spurdi hana, hvar hon skuldi hava steinin: “ Inni sjálvandi! Eg vil sleppa at síggja hann alla tíðina, og tað geri eg ikki um hann verður lagdur uttanfyri”.
So tað er heilt avgjørt upp til ein sjálvan, hvat ein ynskir at fáa burtur úr okkara vøru.
Byrjanin hjá GrótArt
Á sumri 2019 byrjaði eg í smáum at mála nakrar steinar, sum mamma mín dámdi sera væl at leggja fram uttanfyri, sjálvt um eg sjálv kanska ikki helt teir vera so vakrar, sum hon nú helt.
Eg fekk nógv rós fyri hesi listaverk frá fólki, sum komu á gátt, og bleiv eg enn tá biðin um at gera onkrar til familju og kenningar. Tað vóru nógv, sum hildu fyri, at hetta mátti eg altso gera meira við. Tað fekk mínar tankar í gongd, og eg helt, at tað hevði verið stuttligt at roynt um ikki annað. Hvat er betur enn at arbeiða við tí ein elskar?
Síðani stovnaði eg GrótArt síðuna á Facebook, og legði myndir út av steinum, eg málaði so við og við. Eg gjørdist sera bilsin. Áhugin fyri mínari vøru var størri enn eg nakrantíð hevði væntað. Og um jólahøgtíðina hevði eg sera nógv at gera.
Nógv av mínum listarverkum blivu løgd undir jólatrø kring landið á jólum.
Í GrótArt verður arbeitt við gróti, sum eg við tíðini hava funnið her og har í náttúruni. Tað veri seg malagrót og annars vanligt føroyskt grót. Steinar, sum eru vakrir fella mær í eygað, og síggi eg beinanvegin fyri mær, hvat hvør einstakur hevði hóskað serstakliga væl til. Mær dámar sera væl at ganga túrar í náttúruni.
Eisini keypi eg brotflísar, sum eg geri ymiskt prýðiligt burturúr. Um jólahøgtíðina gjørdi eg nevniliga jóladekoratiónir, har eg málaði míni egnu motivir á, sum hóska høgtíðini til, tá Jesus Kristus bleiv borin í heim. Síðani eri eg byrjað at gera húsaskeltir burtur úr flísunum.
Tá tað kemur til húsaskeltini, verður umframt at mála, borað hol í. Tað krevur tíð og tolsemi at fáa holini pen og heil. Tann fyrsta royndin vit gjørdu, brotnaði.
Síðani hava vit funnið fram til rætta mátan, við at bora sera varisliga og hava kalt vatn rennandi ímeðan. Tað er rætta loysnin, men krevur sum sagt tolsemi.
Húsaskeltini verða eisini væl og virðiliga lakkeraði, so at tey eru klár at fara útum at hugna sær í okkara eksotiska og minni eksotiska veðurlagi.
Tá eg máli, brúki eg sera tunnar og fínar penslar. Alt er hondmálað frá grundini av. Av tí at nógv smáputl er, mugu penslarnir vera so tunnir, sum gjørligt. Tað tykist sera torført at fáa fatur á so tunnum penslum, sjálvt um eg higartil havi funnið teir røttu við at vera úti um meg. Steinarnir verða lakkeraðir bæði áðrenn og í fleiri umførum aftaná. Hetta skal til fyri at teir skulu tola at liggja úti í okkara sjarmerandi føroyska veðurlagi.
Eg fái alla tíðina nýggar íblástur av ymiskum eg síggi, men brúki allarmest mítt egna hugflog. Nú tað veruliga fer at byrja at vára, fari eg at byrja upp á aðrar verkætlanir innanfyri grót, sum eg eri sera spent upp á. Fari m.a. í gongd við at tilevna og prýða ymiskt, sum eg í fyrsu atløgu fari at stoypa.
Framtíðar ætlanirnar hjá GrótArt eru at økja um og menna virksemið so líðandi. Og hvør veit…kanska at koma langt út um landaoddarnar. Sum er, er okkara vøra eisini seld til Danmarkar longu nú. So sera spennandi.
Stutt um meg
Rakul Elsa Rasmussen

Um meg sjálva kann eg upplýsa, at eg eri 17 ára gomul og búgvi í Sørvági saman við mínari familju. Í løtuni gangi eg síðsta árið í Sørvágs Skúla. Eftir loknan fólkaskúla eru mínar ætlanir at fara á tilvirkisatstøði á Glasir. Eg elski at skapa og virka ymiskt handaligt til, tí er hendan útbúgvingin sera spennandi fyri meg.
Eg blívi ongantíð troytt av at mála. Frá barni av hevur tað handaliga altíð havt mín stóra áhuga. Hesa síðstu tíðina havi eg lært, at júst hetta er mín rætta hyll. Handaligt arbeiði er avgjørt mín sterka síða, og tað, sum eg fari at stevna eftir.
Lesi & fylg mær her: