
Røða hildin í Perluni til tiltak hjá Amnesty, Kvinnufelagnum og Frítt Val á altjóða degnum fyri tryggum abortum tann 28. september 2022.
At byrja við vil eg takka fyrireikarunum fyri at skipa fyri tiltakinum á altjóða degnum fyri tryggum abortum og fyri at geva mær høvið at reflektera yvir hetta evnið, sum liggur mínum hjarta nær – bæði løgfrøðiliga, hugsjónarliga og menniskjaliga.
Takk fyri at taka evnið – fosturtøku – upp til viðgerð og kjak. Tað er bæði kærkomið og í tøkum tíma.
Við jøvnum millumbilum er evnið tikið upp til almenna viðgerð, men hóast abortlóggávan er liberaliserað í okkara grannalondum og eisini í londum langt burturi frá okkum, ja, so hava vit í Føroyum somu rættarstøðu, sum vit høvdu í 1956: Fosturtøka er ólóglig.
Ein neyðug uppgerð
Tað tykist løgið, at vit skulu heilt fram til nú í 2022, áðrenn evnið fær eina so dygdargóða almenna viðgerð, sum tað nú fær. Takk fyri tað.
Tað er ikki tí, at eingin hevur roynt at tikið málið upp ígjøgnum árini, men tað hevur ikki vunnið frama, og vit hava bara ypt øksl og tosað um okkurt annað.
Alt ímeðan kvinnur kring knøttin lata lív fyri grundleggjandi rættindi og frælsir, so hava vit í Føroyum góðtikið, at fosturtøkuspurningurin er ov viðbrekin til at viðgera til fulnar.
Tað er hann sjálvandi ikki.
At rættindi, sum serliga viðvíkja kvinnur, verða vunnin seint, er einki nýtt – eiheldur her á okkara leiðum.
Vit skulu ikki longur aftur enn til 2017. Tá vóru ávísar neyðtøkur púra lógligar, so leingi sum neyðtøkan fór fram innanfyri hjúnarbandið. Eisini vórðu neyðtøkur revsaðar linari, um tær vórðu framdar innanfyri hjúnarbandið, enn um tær vórðu framdar uttanfyri.
Hetta var ein leivd av einari gamlari degraderaðari kvinnufatan, sum framvegis hevði festi í revsilóggávuni í 2017, eins og hon enn í dag hevur festi í fosturtøkulóggávuni frá 1956.
Nú er tíðin komin til, at tað verður gjørt upp við tí rættarstøðuni og tí hugsjónarligu fatani, ið gjørdi seg galdandi fyri meira enn 70 árum síðani.
Rættarstøðan er óvirðilig. Nú er nokk.
Fosturtøkuspurningurin er ikki einfaldur
Men spurningurin er ikki einfaldur. Hann rakar inn í fleiri fundamental tema í okkara tilveru:
Lív og deyði – móðurskapur – faðirskapur – kropsligur integritetur – sjálvræði – mannarættandi – og so víðari og so víðari.
Atgongd til fosturtøku er ein mannarættur.
Ein kvinna eigur – innanfyri rímiligar og virðiligar karmar – at kunna taka avgerð um at velja móðurskapin frá og steðga einum íkomnum barnsburði.
Tí sleppur hon ikki tað; verður ein graviditetur fasthildin ímóti viljuni hjá kvinnuni, so verður kvinnan hildin sum trælur í egnum kroppi.
Tá er talan um eina frælsistøku og eitt inntriv móti kropsliga integritetin hjá kvinnuni.
Hetta er eitt brot á kropsliga sjálvræðið á jøvnum føti við brot á onnur grundleggjandi mannarættindi.
Slík brot hóska seg ikki í einum samfelagi, sum byggir á demokratiskar og frælsislyntar grundarsteinar.
Rætturin er ikki óavmarkaður
Men eingin rættur er óavmarkaður, og einki frælsi skal vera uttan atlit.
Við einum og hvørjum rætti hoyra eisini skyldur.
Í hesum føri skal atlit takast til tað lívið, sum verður valt frá, tá kvinnan tekur avgerð um fosturtøku. Tí tað atlitið eigur akkurát líka stóran tilverurætt sum atlitið til sjálvræðisrættin hjá kvinnuni.
Fosturtøkuspurningurin er ein etiskur spurningur. Tað skal hann vera.
22. februar í ár skrivar Dansk Kvindesamfund á teirra Instagram, at felagsskapurin fegnast um, at áður fulkomna forboðið móti fosturtøku í Kolumbia varð avtikið, og at kolumbianskar kvinnur nú kunnu fremja fosturtøku heilt fram til 24. viku í barnsburðinum.
Til samanberingar gera vit alt fyri at lívbjarga børnum, sum av verða fødd ov tíðliga, heilt niður til 22 vikur – tvær vikur áðrenn, at fosturtøka nú kann fremjast í Kolumbia.
Skulu vit beinleiðis fegnast um tað?
Nýggju fosturtøkutilmælini hjá WHO eru, at allar forðingar í atgongdini til abort eiga at verða strikaðar. Heruppi í eisini einhvør tíðaravmarking.
Eg veit, hvat resonnementið handan tilmælini eru, og havi eg alla virðing fyri teimum heilsufakligu atlitunum, ið eru tikin til eftirtektar, men hvar er etikkurin, tá vit tosa um seinabortir av fult liviførum børnum?
Hvar er etikkurin, tá vit bara taka hædd fyri sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni og gloyma øll onnur atlit?
Tá vit bara taka hædd fyri einum atliti fram um øll onnur, so er virðingin og nuanseringin í viðgerðini av fosturtøku køvd, og tað máar burtur av grundarlagnum fyri einari vælgrundaðari og demokratiskari lógarfesting á økinum.
Tí tá vit tosa um fosturtøku, eru fleiri atlit at taka hædd fyri, og tað eru vit etiskt forpliktagi til at gera.
Vit sleppa ikki uttanum, at í fosturtøkuspurninginum eru atlit, ið eru grundleggjandi mótstríðandi. Tað ber ikki til í fullum líki at varða um atlitið til sjálvræðisrættin hjá kvinnuni uttan at gera seg inn á atlitið til fostrið – og vice versa.
Men tað ber til at sýna virðing.
Ein nýggj fosturtøkulóg
Ein nýggj fosturtøkulóggáva eigur at geva kvinnuni ein rímiligan møguleika til á upplýstum og vælumhugsaðum grundarlagi at taka avgerð um at velja fosturtøku, og vit eiga sum samfelag at skapa fortreytir fyri, at hetta kann henda innanfyri eina rímiliga og virðiliga tíðarfreist, soleiðis at fosturtøkur verða framdar so tíðliga, sum yvirhøvur gjørligt.
Avgerðina kann bara og skal bara kvinnan taka sjálv. Og ikki tveir læknar. Ella politikkarar.
Rættindi eru eingin sjálvfylgja
Rættindi og frælsir eru eingin sjálvfylgja. Grundlógartryggjaði rætturin til fosturtøku í USA síðan 1973 er nú ikki longur grundlógartryggjaður.
Og við komandi stjórnini í Italia er nógv, ið bendir á, at eisini har fer frælsa lóggávan at verða herd í næstum.
Tað er upp á sítt pláss, at vit fáa staðfest rættin til fosturtøku í okkara lóggávu, og tá vit hava fingið hann skulu vit halda áfram at verja um hann.
Tí enn ikki grundlógartryggjaði rættindi eru friðhalgaði.
Lat okkum fáa eina nýggja fosturtøkulóg nú.
Lat okkum skapa atgongd til fosturtøku.
Lat okkum lata kvinnuna taka avgerðina sjálv.
Men lat okkum ikki gloyma etikkin.
Takk fyri.
Bjørk Maria Kunoy