Frá Havnarfrellu til Vágagellu

Seinast eg bloggaði var tað um brúdleypið hjá Gunnari og mær … alt tað gekk annars framúrskarandi væl, og vit eru framvegis lukkuliga gift og tað heila – wuhu … Nú fari eg so at blogga um nakað heilt annað, sum tó er ein vanlig menning av einum hjúnarbandi, tí nú fer tað at snúgva seg um húsaumvælingina av okkara praktfulla funkishúsið … og sjálvandi – eg havi altíð nógv uppá hjartað – um mínar persónligu hugleiðingar viðvíkjandi tí at skapa sær eitt heim. Hetta kennist faktiskt eitt sindur snedigt at deila tvey av mínum lívs hæddarpunktum við tykkum, tykkum sum eg faktiskt ikki kenni. Men tað er eisini stuttligt, ja enntá mennandi, tí hetta fær meg til at reflektera um tingini, og um komandi avgerðirnar sum skulu takast.

‘Helle!’

Tað at keypa sær eini hús, er ikki bara nakað, mann ger! Hetta er løtan har tú gert vaksin, sum eg veit ikki hvat. Hetta er løtan, har tú situr frammanfyri tínum kundaráðgeva í nógvar tímar út í eitt og fake’ar sum ongantíð áður, at tú skilur alt tað, sum hann tosar um. Hetta er løtan, har tú brádliga fyri fyrstuferð nakrantíð leggur í fyribrigdi ‘rentur’. Hetta er løtan har tú skrivar undir eitt tons av pappírum – psst … fyri at fáa tíðina at ganga skjótari, ímyndaði eg mær, at eg var kend og skuldi skriva autografar … bara eitt gott ráð. Hetta er løtan, har tú skalt tryggjast í høvd og reyv, løtan har ‘dampsperrur’ brádliga gert ein partur av tínum dagliga orðafeingi, løtan har tú finnur útav, hvussu øgiliga lítið vaksin tú vart, áðrenn tú gjørdist húsaeigari. LØTAN sum skapar ein kausalitet, ið førir til eina óendaliga mongd av øðrum húsaløtum. Tí tað at keypa sær eini hús, er ikki bert nakað, sum avmyndar eina materialistiska tráan hjá okkum menniskjum. Tí húsið er so nógv meira enn ein ørgrynna av deyðum samanbygdum lutum. Hetta er ramman, har vit sum einstaklingar og sum familja sleppa at kobla frá, frá øllum teimum normunum sum samfelagið krevur av okkum sum borgarar. Hetta er staðið har maskan verður tikin av, staðið har frustratiónirnar sleppa út, og staðið har orð verða sett á óborðbærar kenslur. Hetta staðið rúmar og sameinir sjálvfylgjandi eisini okkara kæru til høgtíðir og aðrar góðar gerandisløtur. Men tað serliga, tað fundamentala sum hendan ‘ramman’ gevur okkum, er eitt ‘helle’. Eitt forbankað tiltrongt helle. Hetta staðið, hetta heimið, hendan ramman er okkara frístaður, har boppurnar kunna hanga leysar, meðan ein kaffimunnur verður notin afturvið útvarpinum. Hetta staðið er, har tú kanst valsa við berari rumpu eftir eitt langt brúsubað allan vegin inn í køkin fyri síðani at fáa tær ein smakk direkta úr mjólkarpakkanum og eta glasurin av kakuni, uttan at nakar sær tað.  Hetta staðið er, har prumparnir kunnu forloysast, uttan at oyðileggja dagin hjá øllum hinum prumpuhaldarunum í tí almenna rúminum. Hetta er staðið, har tú kanst vera tú! Ramman góðtekur teg til fullnar … ja, hetta er jú eitt deytt objekt … men kennist á onkran snedigan hátt sum ein livandi partur av familjuni. Hetta er nevniliga ikki bara ein ramma, men eins nógv ein pallur, har okkara autentiski sjónleikur, okkara familjulív fer fram hvønn dag og umkransar teg og tínar óborðbæru kenslur og fylgir tær og tíni kæru gjøgnum persónligu menningina. Hendan ramman … – ja, nú fari eg at siga tað – SKAL vera ein mannarættur, tí vit hava øll tørv á einum ‘helle’ fyri at kunna lada upp, serliga nú á døgum! Og tað kann ikki passa, at vit sum eitt av heimsins ríkastu samfeløgum ikki kunnu bjóða nakað so fundamentalt sum eitt heim til okkara borgarar … Tað er fullkomuliga óhoyrt!!! 
Nokk um tað …

Nýggja, gamla húsið

Eftir at hava búð inni hjá verfamiljuni í eitt gott ár – VEGNA BÚSTAÐARNEYÐ – fingu vit loksins eini hús. Vegna ørligu húsaprísirnar valdu vit – ella noyddust vit – at hyggja eftir húsum úti á bygd. Og bara hetta var ein mental kollvelting fyri mína havnagellu, Gunnar. Sjálv eri eg so forbankað impulsiv, bara at leypa útí nýggj ting, men fyri ein mann, sum altíð hevur búleikast í Havn, var hetta kollveltandi. Ja, og tað at skula flyta børnini vekk frá teirra vanliga umhvørvi, tóktiskt heldur ikki sum tað mest hugaliga at fara undir. Men í staðin fyri at síggja alskyns avbjóðingar, noyddust vit sum familja at pakka pessimismuna til viks og fara “all in” í projektið – at seta føtir undir egið borð – saman. Hetta eydnaðist avbera væl. Og hetta indikerar eisini, hvussu týdningarmikið tað, at hava eitt heim er. Og tá mann hevur roynt at staðið uttan sítt egna tak yvir høvdið, gerst staðsetingin bert ein luksustrupulleiki, um bara ramman er har.
Sum eg nevndi omanfyri, eru húsini, sum vit fullu fyri, eini praktfull hús bygd í funkisstíli í 1963. ‘Arkitekturin’ ella rættari snikkarin handan húsini hevur kelað fyri symmetriini og góðskuni, og tí vóru tey sera snøgt gjørd heilt inn á skelettið. Sjálvur høvdu hann og familjan altíð búð har. Eina kenslu av friði fekk eg, tá eg trein inn í húsið fyrstu ferð. Eg eri eitt sindur snedig, men heilt erligt, so merki eg beinanvegin, hvussu atmosferan inni í húsum er, og tað hevur sostatt nógv at siga, at hon er góð, tá mann so enntá skal búgva har.   

Frá Weimar til Miðvágs

Annars fyri at taka afturí tað arkitektoniska fyribrigdið, funkis, so er hetta ein stytting fyri funktionalismu. Hetta fyribrigdið, hetta heitið og hesin stílurin, er ein partur av einari størri heild, og tað er tað stuttliga og áhugaverda við arkitekturi, tað er ikki bara tilvildarlig hús í ymiskum skapum. Arkitekturur avspeglar m.a. vælstandin í tíðini, húsini verða skapaði í. Hann avspeglar bæði tilfar og mangulin uppá tilfar, og avspeglar tøkniligu menningina, og er tí ein góður søguligur mátistokkur fyri komandi ættarliðini. 
Eftir Fyrra Heimsbardaga lá Evropa í sori. Bumbur høvdu oyðilagt hús og heim. Er tað ikki ørkymlandi, at nakað sum hevur tikið fleiri mansaldrar at skapa, sum hevur kravt ómetaliga stórt nærlagni og framskygni, bara upp á eitt eygablikk kann gerast endin uppá eina óendaliga prosess – sum tað at skapa og víðari menna eitt samfelag er? 
Í 1919 lá Týskland í sori, og her valdi týski jødin og sera viðurkendi arkitekturin, Walter Gropius, at byrja nakað nýtt. Hann stovnaði í Weimar saman við øðrum, m.a. Mies van der Rohe, Bauhaus-skúlan, sum uppá fá ár bleiv slóðbrótandi innan arkitektur. Tað minimalistiska úttrykkið breyt við gamla Jugend-stílin – hvørs eyðkenni vóru nógvar fínar detaljur, og detaljur, sum ikki høvdu annað endamál enn tað reint visuella. 

Gropius mátti nú hugsa pragmatiskt, funktionelt, og vildi bróta við óneyðugar detaljir. Tí gjørdist “ljós og luft” slagorð hansara. Tað skuldi ganga skjótt fyri seg og ikki kosta alt ov nógv, men kortini vera estetiskt. So mann kann siga, at funktionalisman/funkis er eitt barn av Bauhaus. Ná, aftur til søguna … Tá nazistarnir koma til valdið í 1933, meta teir Bauhaus-skúlan at vera ‘ov jødiskan’ og steingja hann, eins og alt ov nógv annað moderna og nýhugsandi, tí Hitler bert sá virði í monumentalum arkitekturi. 
Hóast Adolfurin ‘megnaði’ at drepa 6 mió. jødar, megnaði hann tíbetur ikki at taka lívið av hesum stíli. 

Undir Seinna Heimsbardaga koma bretar mannsterkir til Føroya. Sjálvt um teir skoraðu nógv konufólk í Føroyum, og tóku fleiri av teimum við sær aftur til Bretlands, løgdu teir eisini nógva mentan eftir sær. M.a. funkis-stílin, sum hevði breitt seg um allan heim. Og stuttligt nokk standa fleiri funkis-hús í Vágum, har bretar vóru í serliga stóran mun.

Og her fekk ein miðvingur sostatt íblástur til at byggja sær eini funkishús. Eini funkishús, sum 58 ár seinni skuldi vísa seg at blíva okkara komandi heim.

Vit hoyrast

Image

Kristina D. Isfeld

Kristina D. Isfeld fødd 1991 og gift við Gunnari Isfeld. Tey eiga í alt seks børn, í øllum aldrum.