Á vitjan í nýggju húsunum hjá Eydis og Páll Skýlindal í Syðrugøtu
Sum lovað, fari eg at vitja onnur heim eisini. Hesaferð eri eg farin til Syðrugøtu.

Ovarlaga í bygdini er sera nógv byggivirksemi. Nógv sethús eru í gerð, men mitt í nýggja býlinginum standa eini deilig nýbygd svørt hús – nýbygd og hálvbygd, kunnu vit kanska siga – men hóast tey enn eru í gerð, havi eg valt at farið framvið tí eg haldi avgjørt, at hesi húsini kunnu verða við til at geva øðrum íblástur. Har eru nøkur elementir, ið eg ikki havi sæð fyrr, og so eru tey heldur ikki bangin fyri at fara yvirum mørk!

Húsini eiga hjúnini Eydis og Páll Skýlindal. Eydis 32, er lærari og Páll 36, er útbúgvin málari. Saman eiga tey Nóa 4, Jósef 1,5 og Sól 3 mðr.
Tað fyrsta eg leggi tilmerkis, er flotta blanka ”marmor-look-gólvið”. Tað mestsum dregur meg inn inn í durin. Undir sera snøggu trappuni er eitt ”béd” við mjúkum smásteinum og nøkrum plantum. Í tveimum teimum niðastu trapputrinunum lýsa nakrar veikar ledstrípur sum leiða meg uppá. Inni er ein ”altan”, soleiðis at tú frá durinum sært beint upp í svarta køkin. Upp gjøgnum trappurnar sæst ein fantastiska flottur plantuveggur. Tað eru kunstplantuplátur, sum tey hava skrúvað uppá veggin. So stórt og so bergtakandi! Tey hava valt at havt tað opið millum dur/køk og stovu. Húsini eru ikki so stór so tað kennist fjálgt at koma inn.
Næstan allir litirnir inni eru myrkir. Ongin veggur í húsinum er hvítur, men tey stóru glasvindeyguni og stóru glasflaturnar gera, at húsini tola tað. Og so er tað Gøtuvíkini fyri at takka, at man frá spísiborðinum í køkinum kann gloyma bæði tíð og stað. Útsýnið er so heilt ótrúliga vakurt, og tað hava tey útnyttað til fulnar.
Loftini eru úr tunnum trælistum, sum eisini forsetur oman eftir onkrum veggi. Aftanfyri spísiborðið sæst, at ein málari býr á matriklinum. Tey vóru bangin fyri, at rúmini fóru at gerast ov myrk, so tey fóru í holt við farvur og klistur, og vupti – so høvdu tey sína egnu listaframsýning inni í køkinum. Úr køkinum traðkar tú eitt trin niður stovuna. Har er meira róligt. Man kann kanska ikki skilja stovuna frá køkinum beinleiðis, men har er so ein leðursofa við sjónvarpi og síðan tveir lenistólar, ið venda móti peisini, sum bindir stovu og køk saman.
Ein grovkøkur er líkasum aftanfyri køkin. Har er ongin hurð í, men bara opið ímillum, so tað er skjótt og lætt at sleppa av við ymiskt, sum man ikki tímir at hava frammi, ella ikki hevur stundir til at orðna, júst tá. Deiliga praktiskt. Út frá køkinum kanst tú síðan eisini fara beint út á eina stóra terassu, sum kann brúkast bæði til størri forsamlingar, ella bara eitt lítið grillkvøld.
Eg fái eina eksotiska kenslu, tá eg komi inn á vesið. Grønir, stórir flottir flisar og gull armatur. Har er gott pláss, so tey hava bæði baðikar og brúsu. Nokk so dempaður, og lekkur stemningur. Speglið kann innstillast til nógv ymisk sløg av ljósi, so hóast myrkt og hugnaligt, ber væl til bæði at kroysta pirrur og leggja sminku. Man sær, at tað er hugsað um hvørja detalju, og saman við plantunum merkir tú eina behagiliga vælveru. Har kundi eg í øllum førum brúkt nógva tíð.
Tey hava bara eitt sovikamar til øll fimm enn. Ein lítil hems er, har elsti sonurin svevur, men annars verða fleiri kømur gjørd, tá tey fara í holt við kjallaran. Tað vil so eisini siga, at alt spæl og allar leikur liggja hvørt um annað runt um í alrúminum. Akkurát sum tað skal verða, hjá eini barnafamilju. Hendan dagin eg var framvið, royndu vit tó at skúgva óruddið sum frægast, soleiðis at tað ikki skuldi órógva og skapa stílforvirring, men – sum endamálið jú er – geva íblástur til innrætting. So hetta er ikki ein lýsing av lívinum hjá eini barnafamilju, men ein rapportaga, av einum nýbygdum húsum, sum vónandi kann nýtast konstruktivt hjá onkrum tykkara.

At enda spurdi eg tey, hvaðani tey fáa íblástur, hvat tey eru glað fyri, og hvørji góð ráð tey kunnu geva:
”Vit hava bæði leingi verið áhugaði í innrætting. Vit tosa nógvum, og leita eftir íblástri ymsastaðni, hvussu okkara framtíðarhús skullu síggja út. Vit hava sama stíl, og tað gjørdi tað lættari at taka avgerðir. Vit modernaðan stíl, og dáma at hava øðrvísi loysnir enn onnur. Okkum dáma so sera væl hotellir, og tað hava vit eisini roynt at tikið við. Vit hava reyðan tráð gjøgnum húsið, uttan at rúmini eru ov eins. Svart, grátt, glas, træ og gull er gjønumgangandi. Vit eru seliga glað fyri baðikarið, sum vit brúka heilt nógv, bæði vaksin og børn. Eisini cookarin eru vit sera glað fyri, sum er sera hentur tá man hevur fløskubarn. Og annars uppsetingina av alrúminum. Góð ráð: Leiti og spyrji um góð ráð aðrastaðni, men lurti mest eftir tykkum sjálvum, og gerði tað sum tit ætla, men tað má sjálvandi verða realistiskt. Viðhvørt kann tað loysa seg at gjalda seg frá onkrum, sum vit gjørdu, og tað hjálpti væl, serliga uppá móti.”
So fari eg at takka fyri meg her úr Syðrugøtu. Um tit vilja síggja meira til heim teirra, kunnu tit finna tey á instagram: eydisskýlindal og pallskylindal

Mary-Ann Zachariassen
Hon er 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður hennara eitur Høgni, 38 ár, og saman eiga tey tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin hon havur tikið.
Hon hevur havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast hon havur valt tann minimalistiska stílin til hennara heim, dámar hon flest allar stílir.