Køkurin í einum húsum er eftir mínum tykki, eitt tað týdningarmiklasta rúmið
Tá vit løgdu umbyggingina til rættis av fyrstan tíð, umhugsaðu vit bara at gera okkurt smávegis, s.s. tapetsera av nýggjum, taka onkran vegg niður, skifta gólv og keypa nýggjan køk. Køkurin í einum húsum er eftir mínum tykki, eitt tað týdningarmiklasta rúmið – serliga, um ein sofa sleppur at standa inni eisini. Køkurin er helst rúmið, har man sum samlað familja brúkar mest tíð saman, og tað er lívskvalitetur! Sjálvandi skal hann verða praktiskur. Tað er ein sjálvfylgja. Men frá at man fyrr mest hevur sæð køkin sum eitt slag av ”arbeiðsrúmi”, har man bara skal fáa matin avgreiddan, haldi eg, at vit skulu miða eftir, at skapa karmar fyri familjuhugna og samveru inni í køkinum – eisini ímeðan matgerðin fer fram. Effektivisering hendir á so nógvum frontum, og tað burdi tað eisini gjørt í hesum føri.Tað letur upp fyri eitt sindur meiri tíð saman, í okkara heldur hektiska gerandisdegi. Tað eru nokk so typiskt danskar íbúðir, sum hava køkin fyri seg, og so spísiborð og stovu í einum øðrum rúmi, púra atskilt. Orsøkin til at eg taki køkin sum týdningarmiklasta rúmið framum stovuna, sum uttan iva eisini er eitt deiligt samlingsstað er, at í stovuni er aloftast eitt sjónvarp. Alt gott um tað (vit elska tað) men tað er samveran og samtalurnar, sum eg haldi hava so ómetaliga stóran týdning. At gera sær ómak við at skapa góðar karmar – ikki um praktisk viðurskiftir – men um hugna og samveru, tí tað er ein investering í lívskvaliteti.

Tað er sera vanligt at man í dag leggur stovu og køk saman, og hevur eitt sokallað ”alrúm”. Tó eru tað nógv, ið velja at hava møguleika at skyldra av, oftast við eini dragihurð. Tað er sera umráðandi, at fólkið, sum býr í húsinum, er tilvitað um teirra tørvir. Við at leggja stovu og køk saman gerst rúmið vanliga nokk so stórt, og tá kann ljóðið verða ein avbjóðing. Bæði við gangi av børnum, sjónvarpi og aktiviteti sum heild. Tað eru nógvar loysnir uppá tað, men tað sum eg vil siga er, at hóast eg haldi tað verða eitt gott hugskot at gera køkin til eitt slag av ”uppihaldstaði”, er tað ikki neyðturviliga tað rætta fyri øll.

Eg komi í tankar um aldargomlu føroysku húsini. Um roykstovuna. Í roynd og veru kundu vit gott kallað tað eitt ”alrúm”. Í nútímans eygum vildi man kanska kallað tað bæði køk, stovu og kamar. Tað sum var nokk so stuttligt við roykstovuni var hendan multi-funktiónin, har tað bæði bleiv etið, sovið, hildið gildir, hagreitt mat o.s.fr. alt í sama rúmi. Tað var sera lítið til støddar, og fóru tey seinni, um ár 1500-1600, at byggja sær eina eyka stovu, sum vit kenna sum glasstovu. Glasstovan gjørdist nokk so vanlig um ár 1700. Hon var eitt sindur fínari, men hetta var byrjanin til at vaksa um húsið og einskilja rúmini. Tað sum fyrr æt roykstova, varð seinni til køk. Orðið roykstova fall burtur, tá nýggjaru húsini fingu kamin og komfýr í 1800 talinum og síðan tá, broyttist køkurin munandi. Vit fingu vatn og vask, borðplátur, skáp, spískamar o.s.fr. og vit munnu fleiri av okkum minnast aftur á heimið hjá langommu og langabba. Ein durur, køkur, spíðskamar, fleiri stovur, vesi og nógv kømur. Hetta var tað modernaða húsið tíðliga í 1900. Eg vænti, at tað eru fleiri í mínum ættarliði, ið hava yvirtikið eini slík hús. So sjarmerandi, men eg vænti eisini, at meir enn helvtin hevur valt, at leggja fleiri rúm saman. Stovu og køk, ella tikið okkurt kamar uppí. Eg eri so fasinerað av føroyskari mentan og føroyskari siðsøgu, og hesin bloggur endaði kanska við at fáa eitt lítið yvirdosis av tí. Sorry. Eg vil bara viðmæla øðrum, ið hava tann áhugan at lesa bókina: ”Í stovuni sofu, í køki komfýr”, eftir Jóani Paula Joensen. Sera áhugaverd.

Men eg veit ikki. Eg vil ikki siga, at mítt alrúm á nakran hátt minnir um hugnaligu gomlu roykstovuna. Absolut ikki. Men eg havi verið so bergtikin av mátanum tey hava livað uppá tá í tíðini, at eg haldi, at mínir tankar um modernaða alrúmið kanska bera brá av tí hugmyndini eg havi, um ta ótrúligu nærveruna føroyingarnir høvdu í roykstovuni. Og er tað nakað vit hava brúk fyri í dag, so er tað nettupp tað. Nærveru. Í stríði og strevi, hugna og stuttleika.
So skal eg ikki hugleiða meir. Her koma nakrar myndir til íblástur.




Hetta er so dururin og køkurin hjá okkum. Tað sum skuldi verða ein minni umvæling, bleiv til eina heildarumvæling. Eg komi við tíðini at vísa fleiri myndir av alrúminum. Alrúmið hjá okkum umfatar í veruleikanum bæði dur, køk, grovkøk, stovu og spælikamar. All in one, sum man sigur. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí, men tað komi eg nærri inn á seinni. Nú má eg steðga.
Alt tað besta

Mary-Ann Zachariassen
Hon er 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður hennara eitur Høgni, 38 ár, og saman eiga tey tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin hon havur tikið.
Hon hevur havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast hon havur valt tann minimalistiska stílin til hennara heim, dámar hon flest allar stílir.