Møðgur á ferð

Hey tit!

Eg havi nakað spennandi at deila við tykkum. Tað var í øllum førum ein framúr uppliving hjá mær og Aldu.
Vit fóru nemliga ein túr til Danmarkar við vakru og dagførdu Norrønu. Møðgur á ferð!

Dóttir mín Alda er bert 7 vikur og hava hesar vikurnar verið ein vælsigning í sær sjálvum. Tó hava hesar vikurnar eisini verið avbjóðandi, av tí eg havi fingið hendan nýggja leiklutin sum mamma blakaðan í fangin. Eisini tí at maður mín fór aftur til arbeiðis í Miðeystri tá Alda bert var tríggjar vikur og samstundis fóru foreldur míni niður til Danmarkar at vitja mína kæru systur. 

Av tí mær altíð hevur dámað, at nakað skal henda og at vera til dystin fús til eitt hvørt, hevur tað verið heilt snedigt, at bundið frið í so langa tíð (viðgongutíð og eftir barnsburðin). 

Hóast tað hevur ligið natúrligt, at bundið frið fyrstu vikurnar eftir føðing, eru vit báðar nú aftur klárar (Alda fyri fyrstuferð) til tey undirfullu ævintýruni, ið lívið hevur at bjóða.

Hví Norrøna?

Okkara størsta ynski, var at yvirraska systur mína. Hon hevur jú ikki møtt Aldu og hildu vit at tað hevði verið stuttligt og rørandi. 

Men at ferðast við einum nýføðingi fyri fyrstuferð fær sveittaperlurnar at trilla niður eftir pannuni. 
Tað mest umráðandi var, at kunna hava bilin við, soleiðis at bilstólurin og vognurin kundi koma niður. 
Jamen tað ber til við Norrønu! So eg fór beint at bíleggja. Skjótt og lætt.

So kom dagurin, har vit skuldu avstað. 
Heldigvís kom fitta vinkonan hjá mær forbí eftir náttarvakt, at vera hjá Aldu, so eg slapp at vaskað hárið í frið (eri endað úti í stovuni við vátum hárið og berari reyv meira enn einaferð #fyrstuferðmammunervar) og slapp at pakka tað síðsta. 

Av tí eg var einsamøll var eg mest nervøs um Alda hevði sínar tørvir fyltir tá vit endiliga komu umborð við bilinum. Eg ætlaði fyrst at taka bilstólin við uppá, men tað fór at vera ov roksut og tungt við honum og taskunum hjá okkum. Eg lat meg í vikluna og koyrdi hana í. Tað riggaði ordiliga væl. 

Síðani komu vit inn á kamarið. Nú valdi eg eitt kamar við dupult song, av tí Alda er enn so lítil. Hevði hon verið størri, hevði eitt og hvørt kamar rigga. Men wauw hetta kamarið var lekkurt. TVEY vindeygu við lekkrum havútsýni. Eisini ein kaffimaskina til eina troytta mammu, eitt stórt sjónvarp til tá eg gevi Aldu í kamarinum og ein deilig sofa, til at drekka tann lekkra kaffimunnin, ið man hevur so væl uppiborðið. Av tí vit komu umborð so seint, løgdu vit okkum at sova beinan vegin.

Morgunin eftir var morgunmatur á skránni. Alda fór aftur í vikluna og steinsovnaði. 
Eg gleddi meg nógv til morgunmatin. At sleppa at eta ein góðan morgunmat við einum heitum kaffi, einari góðari bók OG útsýnið er himmalskt.
Á matarskránni var ALT tað góða! Egg, flesk, bønir, pylsur, breyð, bollar, viðskeri, wienerbreyð og alt møguligt annað.

Síðani var shoppin opnað. Vit fóru inn og sóu at hon eisini var broytt. Har eru so nógv kul ting at fáa. Nógv føroysk bundin pløgg og onnur ting, ið føroyingar hava gjørt. Tað setur ein serligan dám á ein Tax Free handil, at hava slíkar vørur, ið veruliga vísa part av okkara mentan. 

Vit fóru ikki tómhent út aftur. 
Alt er gjørt um umborð á Norrønu. Hon er ótrúliga vøkur og hevur ein flottan stíl. Gamlar føroyskar myndir eru á øllum veggum. Teppini eru rein og blá.

Vit spákaðu okkum ein túr fyri at síggja hvat annað var gjørt og mín sann, er barrin á hædd fimm gjørd um. Tá man kemur inn, er eitt hav av bókum og eitt retro lesistað. Hetta minti meg eitt sindur um Harvard Library (googla tað) og tað gav mær altso kensluna, av einum djúpum longsli til at lesa. 

Sólin skein niðan og oman allan dagin, so sjálvandi mátti eg út á dekki at hyggja – OG tit trúgva ikki hvat eg rendi meg í á veg út.

Ein flott nýggj barr ovast uppi har allur veggurin eru vindeygu. Altso eg føldi meg sum Rose í Titanic (uttan tað kensluna hon hevði tá Titanic sakk og hon fleyt á einari hurð, sjálvandi). Har vóru ljóføri sett klár til ein hugnaligan stjørnukláran himmal hjá øllum at njóta.


Tá ið saman um kemur, eri eg stak nøgd við túrin, hóast eg hevði ein nýføðing við. Starvsfólkini vóru klár at hjálpa við einum og hvørjum. Eg hugnaði mær eisini alvorliga, í mun til umstøðurnar.

Nú havi eg bert nevnt tey tingini, ið komu mær við hendan túrin. Har eru onnur ting, ið eg ikki kom til, men sum heilt sikkurt eru góð til barnafamiljur og pør.
Hesin bloggurin sigur ikki nóg mikið um, hvussu flott her er blivið. Tit mugu royna tað sjálvi og eg viðmæli tað avgjørt. 

Takk fyri okkum Norrøna. Ein superb túrur!

Mona

Mona Breckmann Wescott

Mona Breckmann Wescott er sálarfrøðilesandi og sjálvstøðug vinnurekandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og einari dóttir. Mona hevur rikið fyritøkuna Mona Fitness og Mona Solo seinastu seks árini, har hon hevur vegleitt yvir 1000 kundum ígjøgnum persónliga venjing og lívsstílsbroyting.

Monu dámar væl íverksetan, marknaðarføring, nýggj hugskot og alt sum hevur nakað við menning av sálarliga- og likamligaheilsu at gera.