
Myndir frá: OPHfoto
Um navnið ”Martin Joensen” verður nevnt, so veit ein, hvør talanin er um. Yrkjarin, tónasmiðurin, sangarin og málarin úr Vestmanna, fekk serstaku Virðisløn Landsins 2021. Men fá kenna hansara persónligu søgu. Visti tú til dømis, at hann er listamaður? At húsið hjá Martini og konuni upprunaliga stóð úti í Hesti? At Martin og konan eiga ein hund, sum eitur ”Luna”. Les greinina, og fá meira at vita um mannin við mongum kreativum eginleikum – Martin Joensen.
Ein fríur barndómur í Vestmanna
Martin Joensen er føddur og uppvaksin í Vestmanna. Hann er næstelstur av einum syskinarflokki uppá 4. Tann elsti beiggin er tíverri farin.
Tá eg spurdi Martin, um hansara uppvøkstur, lýsti hann barndómin, sum sera friðarligan og góðan. Pápin var útróðrarmaður, og mamman passaði hús og børn. Tá tað yngsta barnið var fari í skúla, fór mamman, at arbeiða á fiskavirkinum. Pápin var til tíðir leingi burtur, eini 3 – 4 mánaðir. Tá hann so kom heim aftur, kendu børnini hann næstan ikki. Tá pápin so fór á land at arbeiða á flakavirkinum, fingu børnini møguleikan, at hava pápan hjá sær hvønn dag.
Tað var nokk, at takast við í Vestmanna hjá einum smádreingið. Skemtiliga leggur Martin avtrat, at tá var ongin tøkni, at forstýra børnini við. Tey bestu spæliplássini hjá Martini og hansara vinmonnum, vóru Posthúsið og Telefonstøðin. Av tí at báðir vinmennirnir búðu á hvør sínum staðið, so sluppu teir allir 3 at spæla har, sum teimum lystið.
Káplarnir og postsekkirnir vóru tey bestu leikutoyini. Tað var eisini stuttligt, at fara ein túr oman á keiðina og á Ettesabrúgv at fiska. Martin hevur gjørt ein sang um brúnna, og sangurin kallast eisini ”Ettesabrúgv”.
Martin var sera ringur av eksemið, tá hann var barn. Hetta gjørdi, at hann ikki hevði møguleika, at vera líka nógv úti, sum hini børnini. Hann lurtaði nógv eftir útvarpinum. Honum dámdi væl tónleik, men hann fekk eisini tíðina at ganga við at tekna. Hesi bæði áhugamálini hava so fylgt Martini inn í bæði ungdómslívið og ta vaksna lívið.






Fekk bæði realprógv og sín lívsins kærleika
Sum sagt, so hevur Martin altíð dáma væl tónleik. Hann var bert 11 – 12 ára gamal, tá hann og vinmennirnir gjørdu eitt orkestur. Venjingarhølini vóru teirra gamla spælipláss posthúsið og telefonstøðin. Teir høvdu ikki nógvar pengar, so tá teir byrjaðu at spæla, vóru instumentini heimagjørd. Td vóru trummurnar gjørdar av gomlum karamelleskjum og roðið spent útyvir. Tá teir blivu eldri, fingu teir ordlig instrumentir. Tað var bara Martin, sum fór tónleikavegin.
Ì 1970 fór Martin í realskúla í Hoydølum, har hann fekk prógvið í 1973. Tað var ikki bara prógvið, sum Martin fekk í Realskúlanum. Søgan um, hvussu Martin og konan komu saman, er rættiliga fitt. Martin og teir í orkestrinum, vóru spurdir um, at spæla til dans í einum jólaballið uppi í Studentarskúlanum. Teir søgdu ja til tilboðið, og har fekk Martin eygað á eina so fitta gentu. Hendan fitta gentan var Johanna. Tað bleiv einki millum tey tá. Summarið eftir byrjaði Martin í 1. real. Tey byrjaðu spakuliga, at læra hvønn annan at kenna. Í 3. real vóru tey blivin par, og hava verið saman líka síðan.
Til Danmarkar í lestraørindum og heim aftur til verforeldrini
Í 1977 fóru tey bæði niður til Danmarkar. Martin gekk í skúla og arbeiddi í einum barnagarðið. Skúlin, sum Martin gekk á kallaðist ”Skolen for brugskunst”. Til stuttleikar kann nevnast, at Martin gekk í skúla saman við Hans Paula Olsen.
Àrið 1982, má sigast at hava verð eitt hendingarríkt ár. Tað var árið har Martin og Johanna søgdu sítt ”ja”, fyrsti sonurin sá dagsins ljós, Martin fekk prógvið í skúlanum ”skolen for brugskunst” og tann lítla familjan flutti heim aftur til Føroyar. Verforeldrini hjá Martin høvdu eina íbúð í kjallaranum. Tann lítla familjan flutti inn har.
Tvey børn komu avtrat ein drongur og ein genta. Bert ein sonur er tónleikari, men øll trý hava góðar útbúgving.






EITT HÚS VIÐ EINI PERSÓNLIGARI SØGU
Húsið har sum Martin og konan búgva, hevur eina heilt serliga søgu. Martin og konan yvirtóku húsið í 2011. Einki serligt er í tí, at yvirtakað húsið hjá verforeldrunum. Men fyri fleiri árum síðani búðu verforeldrini úti í Hesti, í sama húsið sum nú er heimið hjá Martini og konuni.
Verforeldrini búðu úti í Hesti, men har var einki arbeiði til tey. Tí gjørdu tey av, at flyta til Havnar. Tey tóku húsið við sær.
Húsið bleiv tikið niður brettið fyri brettið. So kom ein bátur eftir tilfarinum, og sigldi tað til Havnar. Húsið bleiv tikið niður brett fyri brett, vindeygað fyri vindeygað. Àðrenn tey komu til tilfarinum til húsið, stoyptu tey eina grund. Húsið bleiv so bygt upp aftur á grundina.
Húsið er bygt í uml 1900. Tað munnu vera nógvar góðar søgur fortaldar í húsinum ígjøgnum tíðina. Einaferð var ein handil í húsinum, og ein skipari hevur eisini búð í teimum. Tì har hevur bæði verið ein handil, og ein skipari hevur eisini átt húsið.
Ì 2011 yvirtóku so Johanna og Martin húsini, frá verforeldrunum. Tey installeraðu húsini og beklæddu tey uttan. Hjúnini hava roynt at varðveit, so nógv sum møguligt av tí gamla. Stórviðurin er tann, sum altíð hevur verið. Eisini gólvið í gongini er tað sama, sum upprunaliga var í húsinum. Onkrar hurðar og bjálkar eru eisini varðveitt.
Martin og konan hava gjørt nógv við húsið, so nú er húsið sum nýtt. Millum annað hava tey installera tey innan og beklætt tey. . Stórviðurin og alt tað góða hava tey varveitt, annars er húsið nýtt. Tey hava roynt at varveitt so nógv sum gjørligt, av tí gamla. Onkra hurð, bjálkar o.a. Gólvið í gongini er tað upprunaliga gólvið í húsinum, sum er eini 100 ára gamalt. Trinini á trappuni eru nummeraraði trin fyri trin.
Tá íbúðin í kjallaranum bleiv ov lítið til familjuna, keyptu tey eini hús í Millum Gilja í Hoyvík. Har búðu tey so, til tey yvirtóku húsið, har tey búgva nú.
Hjúnini hava nøkur ting frá 60´inum. Millum annað eiga hjúnini tveir gamlar hundar. Tað liggur ein søga frá gomlum døgum, aftanfyri hesar báðar hundarnar. Tað sigst, at sjómanskvinnurnar áttu tveir hundar, sum altíð stóðu í vindeyganum. Tá mennirnir vóru heima vendu hundarnir ímóti hvørjum øðrum. tá mennirnir vóru burtur við skipið, vendi konan hundarnar burtur frá hvørjum øðrum. Tí so vistið elskarin um tað var fríur bani at vitja ella ei.
Nú eru tað bara Martin og konan, sum búgva í húsinum. Tað er ikki heilt satt, tí tey eiga ein fittan hund, sum eitur Luna. Í kjallaranum hevur Martin sítt kreativa verkstað, og har sleppur ongin at rudda. Hann vil hava, at alt liggur sum hann hevur lagt tað.
Martin og konan er nú liðug við at gera húsið í stand. So nú kunnu tey njóta teirra hugnaliga heim, uttan at hugsa um, hvat skal gerast næst.







Givið 11 albums út tilsamans
Sum áður nevnt, so var Martin, sum smádrongur sera ringur av eksemið. So tað er longu frá barnaárum, at Martin fekk áhugað í tónleikinum.
Martin var einans 11-12 ára gamal, tá hann og 2 vinmenn gjørdu eitt orkestur saman.
Martin hevur síðani spælt við nógvum ymiskum tónlekabólkum. Tann mest kendi man vera “Vestmenn”, sum var uppá sítt besta í 1980´inum. Martin hevur ikki bara gjørt sangir til egið brúk. Tað eru eisini aðrir tónleikarir, sum hava notið gott av Martinsa fantastiska eginleika. Fyri at nevna nøkur, so kann eg nevna Eivør Pállsdóttir, Hallur Joensen, Lindu Andrews og Gunnar Justinussen.
Tann fyrsti sangurin, sum var útgivin æt “kræklingar”. Hann var útgivin í 1975/76. Ì 1982 bleiv Martin ein partur av tónleikabólkinum “Vestmenn”Um tit ikki vita tað framanundan, so var Martin forsangari í tónleikabólkinum “Vestmenn”. “Vestmenn” var væl umtøktur, teir vóru ofta bidnir um at spæla til tiltøk. Teir góvu eisini 5 albums út. Martin sjálvur hevur útgivið 6 albums, sum kallast:
- Morgun – 1986
- Skuggagestir – 1991
- Blátt í støðum – 1993
- Áraløg – 2002
- Á brúnni – 2006
- Kvøld 2010
Eisini hevur Martin útgivið eina bók sum kallast “Lat meg goyma teg – Tekstir, tónar og tekningar 1970 – 2006”
Yrkt sangir fyri aðar stórar sangarar
Sum flestu okkara vita, so hevur Martin bæði úgivið og skrivað nógvar klassikarar. Teir kendastu munnu vera “Morgun”, “Ettesarbrúgv og “Ró”. Men hav í huga, at hetta eru 3 sangir sum mær dámar. Tað er als ikki víst, at hesir 3 eru teir kendastu. Tì Martin hevur skrivað nógvar góðar sangir, sum eru útgivnir.
Hallur Joensen er ein av teimum tónleikarunum, sum Martin hevur hjálpt við at yrkja.Tað eru tó nakrir umsettir. Nevnast kunnu “Kyss ein eingil hvønn morgun ( Umsettur ) “Eingin annar”, “Kann tú hava tað so gott” og “Gyltu ljósakrúnurnar ( Umsettur)
VIL HELST HAVA FRÍAR HENDUR
Tá talanin er um Martin Joensen, hugsar onkur møguliga um list. Tað er púra rætt. Umframt at vera tónleikari, so er Martin eisini listamaður. Eg slapp at síggja hansara kreativa verkstað, tá eg var á vitjan. Eg bleiv so bergtikin av hansara málningum, at eg mátti spyrja um hann málar við bílegging. Svarið var ja, men hann vil helst hava fríar hendur tá hann málar.

Mín meting
Tað var ein sera hugnalig løta, at vera saman við Martini. Hann hevði nógv at fortelja, og dugdi væl at greiða frá. Eg var so heldig, at eg kundi hava sonin við at vitja. Martin hevur ikki bert talent innanfyri tónleika og listaheimin. Hann dugdi so sera væl, at vera um drongin. Teir bæði sungu og spældu saman.
Tað serliga við akkurát hesum húsinum er, at tað er uppaftur bygt í Havn. Eg bleiv eisini rættiliga bergtikin av, at so nógv av upprunanum av húsinum, er varðveittur.
Ein stór tøkk til Martin, fyri hansara blíðskap

Beinta V. S. Hentze
Beinta er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi á Sandi. Hon er gift og tey eiga ein son saman. Tá sonurin var lítil, upprættaði hon ein blogg á Facebook og Instragram. Har bloggaði hon í nøkur ár. Áhugin fyri at skriva sum heild, hevur altíð verið til staðar. Áhugin fyri innrætting kom, tá tey fingu egna hús. Tá sá hon at Hús og Heim leitaði eftir bloggarum og hon skundaði sær at søkja, og var so heldig at fáa játtandi svar. Til dagligt skrivar hon heimanifrá vegna pínu í rygginum. Hennara áhugamál eru familjan, hennara hundar, skriving, innrætting matgerð, vinir, gongutúrar og so elskar hon eisini at vera kreativ uppá nógvar ymiskar mátar. Hon dámar sera væl endurnýtslu, bæði til innrætting, shopping og at vera kreativ.