Vit eiga at strika blasfemiparagraffina

Lesarabræv frá Bjarna K. Petersen, tingmanni fyri Framsókn.

Í dag kunnu ávísar útsagnir (speireking ella háðan) um trúarlæru ella gudsdyrkan hjá lógligari trúarsamkomu her í landinum sambært §140 í revsilógini revsast við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Tíbetur er eingin nakrantíð dømdur eftir ásetingini í Føroyum.

Ongin átrúnaður eigur at vera vardur móti atfinningum, sama um talan er um islam, kristindóm, bahá’í, buddismu ella scientology. Frælsa orðaskiftið er ein grundlógartryggjaður rættur, og bulurin í einum virkandi fólkaræði. Tí skulu vit hava so fáar avmarkingar á talufrælsi sum til ber.

At strika ásetingina styrkir talufrælsið og er í tráð við tilmæli frá ST og Europaráðnum um, at tað ikki skal vera revsivert ikki at sýna virðing fyri eini trúarlæru ella gudsdyrkan.

Í Føroyum hava vit trúarfrælsi. Í Føroyum hava vit eisini talufrælsi, og virðismeta rættin til at at siga sína meining, seta spurningar og finnast at, sama hvørji samfelagslig viðurskifti, talan er um.

Átrúnaðir og trúarlærur, sama hvørjar tær eru, hava ikki tørv á serstakari verju móti útsagnum. Hvat speireking og háðan eru, fer altíð at vera ein tulkingarspurningur. Tað, sum ein sær sum atfinningar móti einum átrúnaði, kann ein annar síggja sum speireking og háðan.

Okkara grannalond hava ásannað hetta, og hava fleiri teirra avtikið ásetingina seinastu árini. Í størsta partinum av Evropa er gudsspottan ikki revsiverd longur, og hetta sama er galdandi fyri øll Norðurlond. Ásetingin um gudsspottan varð strikað Svøríki í 1970, í Stóra Bretlandi (undantikið Norður Írland) í 2008, í Norra og Íslandi í 2015 og í Danmark í 2017.

Í dag eru flestu londini við lóggávu móti gudsspottan at finna í Norðurafrika, Miðeystri og Eysturevropa. Hesi eru ikki lond vit plaga at samanbera okkum við, hvørjum trúar- og talufrælsi viðvíkur.

Tí fari eg í dag at leggja eitt uppskot fram, sum strikar §140 í revsilógini.

Bjarni Kárason Petersen