Jólini heima hjá okkum – 3 partur

1. partur: Áðrenn & aftaná

2. partur: Køkurin í einum húsum er eftir mínum tykki, eitt tað týdningarmiklasta rúmið

Jólainnkeyp, jólabaking, jólapynting – ja, jólares! Summi hava fastar siðvenjur, sum eru tær somu ár eftir ár, ímeðan onnur royna at tillaga og skapa nýggjar traditiónir. Familjuøking og familjuskilnaður og onnur viðurskiftir kunnu gera, at vit noyðast at taka aðrar avgerðir. Felags fyri øll er tó, at vit enn einaferð hava upplivað 24. desembur, og eg vóni so inniliga, at tit øll – líkamikið hvat – hava havt eini góð, hugnalig og friðsæl jól saman við tykkara kæru. 

Eg elski jól. Og eg elski at pynta til jóla. Húsið fær ein heilt annan dám, tá jólaprýði kemur upp, og samspælið ímillum myrku og illfýsnu vetrartíðina og vakra og hugnaliga jólaprýði kennist mest sum ævintýrakent. Angin av mandarinum og granni, ljóðið av jólatónleiki og søgan um Jesus barnið gera hátíðina til nakað heilt serligt.

Men aftur til jólapynt. Nú á døgum er tað sum við so nógvum øðrum, pregað av móta. Kynstrið er helst at blanda nýtt og gamalt, men vit velja ofta tilvitað ein ávísan stíl, sum vit royna at halda. Eitt sindur er heimagjørt, men tað mesta er helst keypt her í Føroyum, ella bílagt á netinum uttanlands frá. Eg havi inntrykk av, at fólk gera nógv burturúr, tá pyntast skal til jóla. Ymisk temu, bæði við liti og skapi. Stjørnur, nissur, einglar, hjørtu ella barnið í krubbu, ja, tað er bara hugflogið, ið setur avmarkingarnar, men sum sagt, so haldi eg tó, at fólk í dag eru nokk so tilvitað um stíl og móta, eisini tá tað kemur til jólaprýði. Tað er helst ein avleiðing av vælferðini og vælstandinum í samfelagnum í dag.

Fyrr var heldur øðrvísi. Man nýtist ikki at fara so langt aftur, tá tað mest sum var ein framíhjárættur at fáa súrepli. Súreplir og ein sodavatnskassa við glasfløskum fekst tú bara á jólum. Somuleiðis var við karamellum og sjokolátu. Tað fekst tú bara, um tú kendi onkran, ið sigldi uttanlands. Hetta er als ikki so langtsíðan. Tað var tá ið míni foreldur vóru børn, men hetta hoyrdi bert jólunum til, ikki sum í dag, har súreplir, sodavatn og sjokoláta er gerandiskostur.

Og so til nostalgi! Músatrappur við krepppappíri, útkliptar nissur at klistra á skápshurðar, ein rúgva av littum jólaperum, glimmurbond upp undir loft og nógv, nógv annað. Omma plagdi at pynta so nógv, at tað kendist sum var man komin í tivoli! Men tað var so hugnaligt og sjarmerandi, og so var tað mesta eisini hondgjørt. Eg gerist heit um hjartað, tá eg hugsi um ta tíðina. Eg má grína, tí ikki var tað serliga stílfult, men hvør veit – kanska vit aftur fara at folda músatrappur og klippa nissur aftur um nøkur ár.

Tá man hevur bygt nýggj hús, ella umvælt, skalt tú líkasum eisini byrja av nýggjum viðvíkjandi jólapyntinum. Heilt frá byrjan valdu vit at taka hædd fyri jólapyntinum. Vit avgjørdu at seta stikkkontaktir uppundir vindeygakarmarnar. Vit ivaðust eitt sindur, tí tað er sjónligt, men vit eru glað fyri ta avgerðina, tí hon loysir ”leidningatrupulleikan” sum øll stríðast við, tá vit skulu pynta til jóla. Tað er sera snøkt og sera ómakaleyst at hanga perur upp. Vit hava sett tað til eitt døgnur í talvuni, soleiðis at tað tendrar og sløknar av sær sjálvum. Ein onnur avbjóðing eru hol og merkir í veggirnar. Vit hava slættar gipsveggir, og tá tað er nýtt, er man kanska eyka eymur um tað, men harafturímóti hevur loftið fingið toyggið! Vit hava troldtech loft, sum er sera takknemligt, so tað mesta av prýðnum sum vit hava, hongur undan loftinum. Lat okkum bara siga í meira lagi, kanska. Men at pynta eini heil hús tekur sjálvandi tíð. Fyri tað fyrsta er tað kostnaðarmikið, men tað er eisini torført at pynta alt í einum. Tað haldi eg í øllum førum, og tað er als ikki vist, at eg fari at pynta á sama hátt næsta ár. Eg haldi, at man skal royna seg fram, og so tillagar man seg so hvørt nýtt prýði legst afturat. Har umframt skal man eisini avgera, um man vil hava ein ”reyðan tráð” í gjøgnum øll rúmini, ella bara í ”zonum”. Eg havi valt tað seinna. Her koma nakrar býlismyndir av jólunum heima hjá okkum 2020.

Image

Mary-Ann Zachariassen

Hon er 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður hennara eitur Høgni, 38 ár, og saman eiga tey tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin hon havur tikið.

Hon hevur havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast hon havur valt tann minimalistiska stílin til hennara heim, dámar hon flest allar stílir.